Som Hånd i Hanske PDF Print E-mail
Friday, 30 October 2009 20:55

Samkoman fer í november og januar at gjøgnumføra skeiðið: “Som Hånd i Hanske”! Vit hava áðurHånd i Hanske skeiðbók hildið hetta skeið, og ætlanin tá var at gera skeiðið umaftur, so flest øll fingu møguleika at gjøgnumføra tað.

Skeiðið miðjar ímóti, at hvør einstakur finnur sítt hjartamál, og har ígjøgnum finnur tað plássið í samkomuni, har ein trívist og ger tað, sum ein hevur hjarta fyri.

Hetta ljóðar sera einfalt, men tað er ein sannroynd, at vit ofta taka uppgávur uppá okkum av plikt, tí “onkur skal jú gera tað”, sum vit plaga at taka til. Hetta ger, at aktivitetirnir í samkomuni eru óneyðuga stravnir, og tað verða tey somu, sum royna at halda alt gangandi.

Skeiðið “Som Hånd i Hanske“ hevur roynst stak væl í Noregi, og Aril og Lotta Svartdal, sum hava hildið skeiðið víða um í Noregi, hava havt úr at gera, og tey hava fingið ómetaliga gott aftursvar.

Vit hava valt at halda skeiðið sjálvi, tí fleiri av okkum hava luttikið áður, og leiðslan hevur valt at flætta tað uppí sunnumorgunsmøtini, ístaðin fyri at taka eitt ella tvey vikuskifti úr kalendaranum. Skeiðið verður á morgunmøtum okkara 15., 22. og 29. novembur og 17., 24. og 31. januar. Hvør luttakari má hava sína egnu skeiðsbók, og bókin kostar kr. 200,-. Vit hava valt at siga, at um onkur ikki fær goldið bókina, so er viðkomandi vælkomin kortini, og vit vilja so bera kostnaðin. Um onkur hevur førleika at stuðla við eyka peningagávu, so eru tey vælkomin, tí hesin peningur vil hjálpa teimum, sum ikki hava ráð.

Vit hava gjørt ein tilmeldingarlista, sum er á møtum okkara í løtuni, men tað ber eisini til at tekna seg við sms á tlf. 211861, ella senda ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .

Vit skulu eisini gera vart við, at persónar, sum ikki hoyra til Filadelfia, eru eisini vælkomnir at luttaka.

 

Skráin

Skráin September

Mánadagin 30. aug.

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 01. sep.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

 

Leygardagin 04. sep.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 05. sep.

Kl. 11.00 Morgunmøti, Alex O'Campo talar, evni 5 fald-tænsturnar

Kl. 13.15 SundagsKool

Live møti


Meðan møti er kanst tú lurta beinleiðis ígjøgnum netið.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes