| Ekumenisk Gudstænasta 3. páskakvøld! |
|
|
|
| Tuesday, 06 April 2010 10:52 |
|
Fimta ár á rað verður ekumenisk gudstænasta 3. páskakvøld kl. 19.30. Hesaferð verður gudstænastan í Adventistakirkjuni, og hini árini hevur hon verið í Frelsunarherinum, Filadelfia, Vesturkirkjuni og Katólsku kirkjuni. Hesar gudstænastur eru m.a. ætlaðar at vit kunnu menna felagsskapin millum kirkjur og samkomur, og tað er eisini úrslitið, vit sita eftir við ídag, at felagsskapurin veksur, og tað verður meira og meira náttúrligt at vera saman og at kunna tosað við hvønn annan bæði um andalig viðurskiftir og náttúrlig viðurskiftir. Vit í Filadelfia fara at heita á alt Kristi Likam um at møta væl upp, so vit øll eru partur av hesi menning til einleika og felagsskap. |



