| Jerusalem: Hjartað í okkara hjarta |
|
|
|
| Friday, 30 April 2010 11:04 |
|
Jerusalem er omanfyri politikk
Nobel prís vinnandi rithøvundurin og yvirlivandi frá Holocaust, Elie Wiesel, hevði eina heilsíðu lýsing í Wall Street Journal. Lýsingin var eitt opið bræv til Obama forseta, ið hon vitjaði týningarleguna, Buchenwald, saman við seinasta ár. Her er teksturin á brævinum:
Fyri Jerusalem
Tað var altíð væntandi: Enn eina ferð er Jerusalem í meldrinum av politiska orðaskiftinum og altjóða stormi. Nýggir og gamlir spenningar koma upp til yvirflatuna við órógvandi ferð. 17 ferðir lagdur í oyði og 17 ferðir bygdur uppaftur, og kortini, so er hann framvegis mitt í meldrinum av diplomatiskum konfrontatiónum, ið kunnu leiða til hernaðarliga naggatódn. Hvørki Athen ella Róm hava klárað at eggja til so nógvar kenslur.
Fyri meg sum jøda, er Jerusalem omanfyri politikk. Jerusalem er nevnt meira enn 600 ferðir í Skriftunum – og ikki eina einastu ferð í Koranini. Tess nærvera í jødiskari søgu er ómetalig. Tað er eingin meira talandi bøn í jødiskari søgu, enn tann, ið sigur frá um okkara langtan aftur til Jerusalem. Fyri nógvar gudfrøðingar, ER tað jødisk søga, fyri nógv skøld, ein kelda til íblástur. Hann, býurin Jerusalem, hoyrir til tað jødiska fólkið og er meira enn ein býur, hetta er tað, ið knýtur jødar saman á ein slíkan hátt, at tað er ringt at greiða frá. Tá ein jødi vitjar Jerusalem fyrstu ferð, so er tað ikki fyrstu ferð; hetta er ein heimkoma. Hin fyrsti sangurin, ið eg hoyrdi var vøgguvísan hjá mammu, ið hon sang um og fyri Jerusalem. Tess sorg og tess gleði eru partar av okkara kollektiva minni.
Tá ið ein jødi vitjar Jerusalem fyri fyrstu ferð, so er tað ein heimkoma
Síðani Dávid kongur tók Jerusalem sum sín høvuðsstað, hava jødar búð innanfyri tess múrar, tó bert við tveimum undantøkum; tá rómverkir álopsmenn ikki loyvdu teimum atgongd til býin og so aftur, undir jordanskari herseting. Jødar, óansæð tjóðskap, vóru noktaðir atgongd inn í gamla jødiska økið at meditera og biðja við Múrin, seinastu leivdirnar av templinum hjá Sálamoni. Tað er sera umráðandi at minnast til: At var Jordan ikki farið í part við Egyptaland og Sýria í krígnum í 1967 móti Ísrael, so hevði gamli býarparturin í Jerusalem enn verið arabiskur. Sjálvsagt, sjálvt um jødar vóru tilreiðar at doyggja fyri Jerusalem, so vildu teir ikki drepa fyri Jerusalem.
Ídag, fyri fyrstu ferð í søguni, kunnu jødar, kristin og muslimar øll frítt tilbiðja í teirra halgidómum. Og, mótsatt ávísum fjølmiðlafrásøgnum, so hava jødar, kristin og muslimar loyvi at byggja teirra hús allarstaðir í býnum. Neyðin yvir Jerusalem er ikki um ogn, men um minnir.
Hvør er loysnin? Ágangur vil ikki skapa eina loysn. Er nøkur loysn? Hon má vera har, hon er har. Hví takla tann mest torføra og kensluliga trupulleikan áðrenn tíðina? Hví ikki fyrst taka stig til at loyva ísraelum og palistinensiska samfelagnum at finna vegir at liva saman í einari atmosferu av tryggleika. Hví ikki lata tey mest truplu og tey mest eymu málini liggja fyribils?
Jerusalem noyðist at verða verandi andaligi høvuðsstaður jødanna, ikki eitt tekin um sálarkvøl og beiskleika, men eitt tekin um álit og vón. Sum Hasidiski meistarin Rebbe Nahman úr Bratslav segði: “Alt í hesum heimi hevur eitt hjarta; hjartað sjálvt hevur eisini tess egna hjarta.”
Jerusalem er hjartað í okkara hjarta, sálin í okkara sál.
Týtt Fríðtór Debes
|



