| Um Filadelfia |
|
|
|
| Written by Webmaster |
| Monday, 27 October 2008 10:44 |
|
Søgan Her í Havn búði ein einkja, Petra Andersen, f. Guttesen, ið hevði verið gift við einum norðmanni. Hesin arbeiddi í kolanáminum í Hvalba, hagar hann var komin, aftan á at hann nærum var gingin burtur við saltdampara. Petra var longu tá einkja eftir ein hvalbing, sum hon átti eina dóttur við. Petra fekk eina dóttir saman við norðmanninum. Seinni fluttu Petra og maðurin saman við báðum døtrunum til Noregs at búgva. Stutt eftir, at tey vóru komin til Noregs, doyði maðurin, og Petra sat einsamøll á øðrum sinni við tveimum døtrum í fremmandum landi. Av tí at hon kendi Jesus framman undan, visti hon, hvar hon kundi søkja hjálp í stóru sorg og einsemi sínum. Henni longdist eftir kraft til at liva lívið víðari og fór tí á møtir og kom soleiðis í samband við "pinsavekingina". Hesi møtini vóru øðrvísi og full av kraft, men "kraftina" upplivdi hon ikki har. Komin aftur til Føroya á sumri 1924 byrjaði hon saman við øðrum havnarfólkum, ið longdust eftir meira av Jesusi, at hava bønarmøtir í heimunum. Soleiðis legðist spírin til hvítusunnusamkomuna í Føroyum. Á einum bønarmøti tann 26. december 1924 varð Petra doypt í Heilaga andanum, og eldurin tók at festa í onnur eisini. Tann 21.juli í 1936 var T.B. Barrat á veg úr Noregi til Íslands at vitja samkomuna har. Á vegnum kom skipið á Havnina, og nýtti T.B. Barrat høvið til at vitja "pinsavinirnar" her, og sama kvøld varð samkoman alment sett á stovn og hvítusunnu-samkoman varð "fødd" við 21 limum. Samkomuvirkið vaks og prædikumenn komu úr Noregi og Danmark at hjálpa til. Samkomuhús varð bygt og nýggj samkoma varð stovnað á Sandoynni. Hesir føroysku hvítusunnupionerarnir eru nú allir heima hjá Harranum, men vit hava enn børn hjá hesum ímillum okkara og rætta tey "stafettkyndilin" víðari til næsta ættarlið. Samstundis sum samkomuvirkið hjá hvítusunnuvinunum mentist, stungu ymiskir trupulleikar seg upp, sum ikki skal verða nevnt meira um her, men hetta førdi við sær, at Filadelfia samkoman varð stovnað í 1972, og flutti hon inn í nýtt høli á Landavegnum 22 árið eftir.
|
| Last Updated on Friday, 02 January 2009 18:37 |



