Leiðslubygnaður PDF Print E-mail
Written by Webmaster   
Monday, 27 October 2008 16:37

Samkoman verður leidd av einum samkomuleiðarapari saman við einum leiðslubólki. Samkomu¬leiðaran hevur samkoman sett og limirnar í leiðslubólkinum hevur samkomuleiðarin valt. Hesi mynda dagligu leiðsluna í samkomuni, og høvuðsuppgáva teirra er at fremja samkomuvisjónina í verki. Samkomuleiðaraparið eru visjónsberarar, og samkomuvisjónin er skrivað í tráð við visjónina, sum samkomuleiðaraparið ber í hjartanum. Ovasti myndugleikin í samkomuni er sostatt visjónin.

Samkomuleiðslubólkurin setur elstar , sum hava ábyrgd fyri ávísum arbeiðsøki í samkomuni. Ein elsti kann t.d. vera ein, sum hevur ábyrgd fyri barnaarbeiðinum, ein annar hevur ábyrgd fyri bygninginum o.s.fr. 

Teir elstu arbeiða beinleiðis undir samkomuleiðslubólkinum, og undir einum elsta starvast samkomutænaraleiðarin. Samkomutænaraleiðarin skal, saman við sínum elsta, mynda dagliga virkið á tí økinum, teir hava ábyrgd fyri. Teir skulu altíð arbeiða útfrá høvuðsvisjónini, og skulu í felag útgreina tey mál, sum kunnu náast yvir ávísa tíð, til at fullføra sjálva visjónina.


Bygnaðurin kann teknast upp á henda hátt:

 

Last Updated on Saturday, 03 January 2009 01:35
 

Skráin

Skráin September

Mánadagin 30. aug.

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 01. sep.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

 

Leygardagin 04. sep.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 05. sep.

Kl. 11.00 Morgunmøti, Alex O'Campo talar, evni 5 fald-tænsturnar

Kl. 13.15 SundagsKool

Live møti


Meðan møti er kanst tú lurta beinleiðis ígjøgnum netið.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes