|
Sokallaða “missiónsbefalingin” stendur í Matt. 28. ør. 19 og eru beinleiðis boð um at fara út í allan heim at gera øll fólkasløg til lærusveinar Jesusar. Trúboðan er ein átrokandi virkisgrein fyri allar samkomur, og trúboðan er ikki bara í teimum til afturskomnu londunum, men byrjar “í Jerúsalem” sum fyri okkum merkir Havnin, “Judea”, sum fyri okkum merkir Føroyar, “Samaria”, sum fyri okkum er øll onnur øðrvísi hugsandi enn vit “til enda jarðarinnar”, sum fyri okkum merkir at verða opin fyri at verða partur av trúboðan um allan heimin.
Okkara mál er at nýta 10% av tí, sum kemur inn í peningini, til trúboðan, og her hugsa vit serliga um tað, sum er uttanfyri okkara egnu samkomu. At verða aktivur partur í trúboðannar arbeiði hjálpir okkum ikki at gerast ov sjálvupptikin, men ístaðin at hugsa meira um onnur.
Í løtuni stuðlar samkoman tvey trúboðannararbeiði, sum bæði eru í Afrika.
1. Vit hava í langa tíð stuðlað trúboðaraparinum Jonhild og Samuel Dunya, sum búgva í Ghana, har tey hava stovnað yvir 30 samkomur. Tey reka ein bíbliuskúla, sum tey stovnaðu í byrjanini av arbeiði teirra, og ígjøgnum bíbliuskúlan menna tey samkomuleiðarar, sum kunnu leiða samkomurnar, sum tey hava stovnað. Tey hava serliga arbeitt millum fólkabólkar, sum ikki hava havt kunnleika til evangeliið, tí tey búgva so langt frá stórplássum. Tey búgva nú í høvuðsstaðnum Accra saman við børnum sínum, sum eru 3 í tali. Jonhild er úr Miðvági meðan maður hennara er úr Ghana.
2. Suðuroyingurin Pauli Nolsøe, sum gongur í samkomu okkara, hevur neyð fyri trúboðan, og hann hevur tikið stig til at byggja barnaheim í Sierra Lione. Samkoma okkara stuðlar hesum arbeiði, ið er rættuliga nýtt. Í løtuni er Hans David Samuelsen úti í Sierra Lione fyri at hjálpa til at fáa barnaheimið at koyra. Pauli býr við familju í Kalbak, men hann hevur verið fleiri túrar í Sierra Lione og hevur soleiðis innlit í umstøðurnar har. Sierra Lione er eitt tað mest krígsplágaða landi, og tessvegna ræður ómetaligt fátækradømi har. Malena og Jens hava verið í Kenya í 5 ár, og samkoman hevur staðið 100% aftanfyri teirra trúboðaravirki. Men nú eru tey komin heimaftur, og kenna at tíðin er liðug at virka í Kenya. Vit ynskja teimum Guds signing til at virka her heima hjá okkum, og hóast tey ikki nú verða lønt og stuðlaði fíggjarliga, so eru tey lærisveinar Jesusar, og vit gleða okkum yvir at hava tey heima.
Samkoman hevur eisini nøkur fólk, sum framleiga bomm (bróstsukur), sum verða seld í handlum, og peningurin frá hesari sølu fer óskerdur til trúboðannararbeiði okkara.
|