|
Hvat er Flare? Flare er heitið á ungdómsarbeiðinum hjá Filadelfia. Flare merkir á enskum m.a. ein bjartur logi ella eldur. Hetta er nakað av tí, vit ynskja skal eyðmerkja ungdómin og ungdómsarbeiðið: Ung, ið brenna fyri Kristusi. Endamál/Visión Matt: 28, 19-21 ”Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.” Okkara visión er sprottin út frá hesum báðum versunum, tí versini innihalda millum annað: ”Øll fólkasløg” = Kvantitet, ”Til lærisveinar” = Kvalitet, ”Dóp” = Sáttmáli við Kristus, og ”Eg eri við tykkum” = Lyfti um at Gud altíð er við og staðfestir Sítt orð. Leiðsla Leiðslan í Flare hevur verið skipað av einari ungdómsleiðslu, sum hevði eitt ungdómsleiðarapar á odda. Ungdómsleiðaraparið er nú farið á bíbliuskúla í Uppsala, og tessvegna er eingin "ungdómsleiðari", men millum tey ungu eru Brynja Dam, Fróði V. Dam, Sarah Zachariassen og Bergur Thorsteinsson, sum virka sum Flare nevnd. Hesi fara í tøttum samstarvi við leiðsluna og tey ungu, at mynda ungdómsarbeiðið, og miðjað verður eftir at koyra eftir sama leisti, sum Rakul og Regin hava koyrt. Samuel er leiðari fyri Flare-band, og fer hann fyrst og fremst at leggja dent á at menna lovsangshópin við hjálp frá øðrum sangkreftum. Aktivitetir Vit ynskja at hava eitt fjølbroytt arbeiði, við ymiskum aktivitetum, sum stimbrar og mennur: felagskapin millum ung, tað nýggja lívið, vit hava fingið í Kristusi, og sum røkkur út til menniskju, ið ikki hava mótikið Hann enn.
Nakrir av hesum aktivitetum eru m.a.: Flare (Ungdómsmøti) Flare Extended (Ungdómsmøti 3 hvønn mánað, ið er eyka kryddað) Flare Powerhouse (Miðvís og intens bøn og undirvísing) Flare Bíbliuskúlin (Undirvísing í grundleggjandi sannleikum í skriftuni) Flare Temadagar (ein dagur við undirvísing um eitt viðkomandi evni) Flare Legur (Vikuskiftis legur har alt kann henda) Flare Galla (Eitt ordans brak síðsta sunnukvøld í árinum)
Ein vanlig Flare vika sær soleiðis út Týskvøld kl. 18.00 venur Flare-band. Hóskvøld kl. 18.00 er leiðslufundur og kl. 19.30 er Powerhouse. Leygarkvøld kl. 21.00 er Flare
Flare er fyri øll Sjálvt um Flare er málrættað til ung millum 14 – 30 ár, so eru øll hjartaliga vælkomin at vera við og kenna seg sum ein part av Flare. Tó til ymisk tiltøk s.s. Flare galla er eitt aldursmark sett til 14 ár. Sum nú er, verða allir aktivitetirnir hildnir í Filadelfia, á Landavegi 22 í Havn |