Hvørjir eru leiðararnir? PDF Print E-mail

Vit eru 5 leiðarar í Chill: Bjarki, Eyðstein, Linda, Theresa og Brynja.

 

Tað eru regluligar broytingar í barna- og teenagearbeiði, tí ungfólk fara burtur at lesa ella á ein ella annan skúla. Í Chill eru broytingar framdar, so at Bjarki Arge og Eyðstein Borgardal nú eru leiðarar, og saman við honum arbeiða Linda Jacobsen, Theresa Enghamar og Brynja Dam.

 

Um tú brennir fyri at arbeiða við tannáringum, ert tú vælkomin at verða partur í starvshópinum. Send ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ellar ring á 234828.

 
Hvat er Chill? PDF Print E-mail

Tannáringar, 13 til 16 ára gamlir (7-10 fl.), møtast hvørt mikukvøld kl. 20 til kl. 22 í Filadelfia.

 

Hetta eru ung bæði úr samkomuni og aðra staðni frá, sum hugna sær saman, møta vinfólkum og læra onnur ung at kenna.

 

Ungdómsarbeiðið hevur leingi verið í samkomuni, fyri at tannáringar kunnu hava eitt andaligt stað at koma til, so tey kunnu vaksa saman. Áðrenn summarferiuna í 2007 vóru bert 6 tannáringar, men nú eru tey um 40-50 hvørja ferð.

 

Chill er eitt millumlið millum Delli og Flare, soleiðis, at tey, sum børn verða førd víðari alla tíðina.

 

Okkara visjón er at síggja, at tey ungu vaksa andaliga, alt meðan tey gerast fleiri og fleiri.

 

Ungdómsárini eru ofta trupul, og tí vilja vit hjálpa teimum, so tey hava eitt stað, har tey kunnu trívast og koma at kenna onnur ung. Vit, sum leiðarar, vilja eisini vera har fyri tey, vera góð við tey, lurta eftir teimum og geva ráð.

 


Skráin

Skráin September

Mánadagin 30. aug.

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 01. sep.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

 

Leygardagin 04. sep.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 05. sep.

Kl. 11.00 Morgunmøti, Alex O'Campo talar, evni 5 fald-tænsturnar

Kl. 13.15 SundagsKool

Live møti


Meðan møti er kanst tú lurta beinleiðis ígjøgnum netið.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes