Tíðindi
Trúboðaraparið Birgitte og Søren Pedersen vitja í Føroyum! PDF Print E-mail
Sunday, 08 August 2010 19:05

Vit fáa ofta áhugaverdar vitjanir til Føroya, og so er eisini nú í august mánaða.

Tað donsku trúboðarahjúnini Birgitte og Søren  Pedersen sum koma higar á fyrsta sinni. Tey búgva og virka í Eldoret í Kenya,  sum liggur 3 tímars koyring frá Nakuru. Tað eru fleiri føroyingar,  sum hava verði í Nakuru,  og sum eisini fingu høvi at vitja Birgitte og Søren í Eldoret.

Tey hava eina ómetaliga spennandi lívssøgu at greiða frá, um stórbroytingina í lívið teirra, táið  Harrin kallaði Søren til Afrika at byggja kirkjutøk.  Teirra lív í Kenya er sera hendingaríkt, og tey hava nógvar yvirnáttúrligar søgur at siga frá. Ídag, 19 ár seinni, byggir hann bæði kirkjur, skúlar og barnaheim runt um í Kenya og eisini í Sudan.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hoyra tey sjálvi greiða frá hesum áhugaverda arbeiði  í Kenya.

Tey luttaka bert á tveimum møtum:

Filadelifa, Landavegur 22, sunnudagin 15.aug. kl.11 

Soli Deo Gloria í Klaksvík sama dag kl. 18   Verðið vælkomin!                                                       
 
Ekumenisk Gudstænasta 3. páskakvøld! PDF Print E-mail
Tuesday, 06 April 2010 10:52

Fimta ár á rað verður ekumenisk gudstænasta 3. páskakvøld kl. 19.30. Hesaferð verður gudstænastan í Adventistakirkjuni, og  hini árini hevur hon verið í Frelsunarherinum, Filadelfia, Vesturkirkjuni og Katólsku kirkjuni.

Hesar gudstænastur eru m.a. ætlaðar at vit kunnu menna felagsskapin millum kirkjur og samkomur, og tað er eisini úrslitið, vit sita eftir við ídag, at felagsskapurin veksur, og tað verður meira og meira náttúrligt at vera saman og at kunna tosað við hvønn annan bæði um andalig viðurskiftir og náttúrlig viðurskiftir.

Vit í Filadelfia fara at heita á alt Kristi Likam um at møta væl upp, so vit øll eru partur av hesi menning til einleika og felagsskap.

 
Jødiskur ættarbólkur funnin í Zimbabwe PDF Print E-mail
Saturday, 13 March 2010 17:02

kelda: Norge i dag

Fra tid til annen dukker det opp forunderlige historier om at det er funnet hittil ukjente jødiske grupper i fjerne land - og i denne uken foreligger en ny slik rapport: At de 80.000 medlemmene av Lemba-stammen i Zimbabwe (tidl. Rhodesia) er jøder, som går med bønnekalott, spiser kosher-mat, praktiserer omskjæring - og har et jødisk DNA.

Det var den engelske radiostasjonen BBC, som først brakte nyheten, og den siterer britiske vitenskapsfolk for som går god for nyheten.

Det er lett å skjelne Lemba-stammen fra andre stammer i området, fordi de ber på et språk som har hebraiske og yeminnitiske røtter og inngraverer den jødiske David-stjernen på deres gravsteiner.

Lemba-stammen bor i det sentrale Zimbabwe og det nordlige Sør-Afrika. Mange av dem er konverterte til kristendommen, men de opprettholder stadig mange jødiske skikker; som forbud mot å spise svinekjøtt, kosher-slakting og omskjæring av guttebarn på den 8. dagen etter fødselen.

Ifølge Lemba-stammens tradisjon som er overlevert muntlig historien igjennom, var deres forfedre syv jøder, som forlot Det Hellige Land for 2500 år siden, før ødeleggelsen av Det andre Tempelet. De drog gjennom Yemen og slo seg omsider ned i Afrika.

Noen mener at dette bare er en myte, men DNA tester har bekreftet at Lemba-stammen har et semittisk arveanlegg.

En religiøs sanger fra denne gruppen ved navn Fungisai Zvakavapano-Mashavave sier at få vet om stammens eksistens, men at han ønsker at verden skal vite om dette.

- Jeg er stolt over at vi har en rik kultur, og jeg er stolt over å være en Lemba, sier han til BBC. Vi har vært hemmelighetsfulle, fordi vi mener at vi er et spesielt folk.

Professor Tudor Parfit fra University of London uttaler at han er forbløffet over å oppdage at så mange jødiske skikker praktiseres av denne stammen.

Videre sier Parfit:
- Det virker, som om det jødiske presteskapet fortsatte i Vesten med folk med navn som Cohen, og på samme vis fortsetter i Lembas prestelige klan. De har en felles forfader, som genetikere sier levde for 3000 år siden et sted i det nordlige Arabia noenlunde på samme tid som Moses og Aron, da det jødiske presteskapet begynte.

Parfit er, ifølge BBC, en verdenskjent sakkyndig, som har tilbrakt 20 år med å studere Lemba-stammen og har bodd med den i en lang periode.

-Til tross for deres jødiske praksis, er mange av dem kristne, og til og med muslimer, sier Parfit.

En lokal pastor ved navn Perez Hamandishe sier:
Kristendommen er min religion, og jødedommen er min kultur.

Richard Oestermann
12.03.2010 12:34

 
Som Hånd i Hanske PDF Print E-mail
Friday, 30 October 2009 20:55

Samkoman fer í november og januar at gjøgnumføra skeiðið: “Som Hånd i Hanske”! Vit hava áðurHånd i Hanske skeiðbók hildið hetta skeið, og ætlanin tá var at gera skeiðið umaftur, so flest øll fingu møguleika at gjøgnumføra tað.

Skeiðið miðjar ímóti, at hvør einstakur finnur sítt hjartamál, og har ígjøgnum finnur tað plássið í samkomuni, har ein trívist og ger tað, sum ein hevur hjarta fyri.

Hetta ljóðar sera einfalt, men tað er ein sannroynd, at vit ofta taka uppgávur uppá okkum av plikt, tí “onkur skal jú gera tað”, sum vit plaga at taka til. Hetta ger, at aktivitetirnir í samkomuni eru óneyðuga stravnir, og tað verða tey somu, sum royna at halda alt gangandi.

Skeiðið “Som Hånd i Hanske“ hevur roynst stak væl í Noregi, og Aril og Lotta Svartdal, sum hava hildið skeiðið víða um í Noregi, hava havt úr at gera, og tey hava fingið ómetaliga gott aftursvar.

Vit hava valt at halda skeiðið sjálvi, tí fleiri av okkum hava luttikið áður, og leiðslan hevur valt at flætta tað uppí sunnumorgunsmøtini, ístaðin fyri at taka eitt ella tvey vikuskifti úr kalendaranum. Skeiðið verður á morgunmøtum okkara 15., 22. og 29. novembur og 17., 24. og 31. januar. Hvør luttakari má hava sína egnu skeiðsbók, og bókin kostar kr. 200,-. Vit hava valt at siga, at um onkur ikki fær goldið bókina, so er viðkomandi vælkomin kortini, og vit vilja so bera kostnaðin. Um onkur hevur førleika at stuðla við eyka peningagávu, so eru tey vælkomin, tí hesin peningur vil hjálpa teimum, sum ikki hava ráð.

Vit hava gjørt ein tilmeldingarlista, sum er á møtum okkara í løtuni, men tað ber eisini til at tekna seg við sms á tlf. 211861, ella senda ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .

Vit skulu eisini gera vart við, at persónar, sum ikki hoyra til Filadelfia, eru eisini vælkomnir at luttaka.

 
Bíbliuundirvísing hóskvøld PDF Print E-mail
Monday, 21 September 2009 17:37


Evnið: Varandi trúgv

Reglulig bíbliuundirvísing byrjar nú hóskvøldið kl. 20 í Filadelfia. Vit hava havt Flare-bíbliuskúlan, sum var sera væl móttikin. Eisini hevur Dunamis v/ Rúna Rasmussen havt skipaða undirvísing. Tummas Jacobsen hevur fyrru helvt av hesum ári havt undirvising fyri nýfrelstum, og nú í vetur verður so undirvíst í evninum „Varandi trúgv“.
    Hetta er ikki bara ein grundundirvísing, men er fyri øll. Tað koma fleiri lærarir at undirvísa.
    Vit hoyra ofta fólk siga, „Fert tú at ganga til okkurt í vetur?“, og so verður blaðað ígjøgnum kvøldskúlaskránna og viga fyri og ímóti hvat man nú skal fara til. Filadelfia gevur tær her eitt tilboð, at tú kanst ganga til skipaða bíbliuundirvísing í vetur.
    Evnið „Varandi trúgv“ er áhugavert, men hvørki trúgvin ella nakrar aðrar náðigávur koma at virka í okkara lívi, um vit ikki vita hvat manualurin sigur um hesi evni. Tí er tað so umráðandi at finna út av hvussu Faðirin hevur ætlað, at lív okkara skal vera. Ti andaligi førningurin í lívi okkara er Orð Guds. Hvussu nógv ella lítið vit hava við okkum av hesum førningi, gera vit sjálvi av. Úrslitið verður so hareftir.
    Undirvísingin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
 
So eru talur aftur at hoyra á heimasíðuni! PDF Print E-mail
Monday, 21 September 2009 12:35

Tá vit fóru undir at gera nýggja útgávu av heimasíðu okkara, var eitt av krøvunum, at møguleiki varð at lurta eftur talum. Hetta varð kannað og staðfest at vera møguligt; men orðatakið sigur: Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag! Og tíanverri er hetta bókstaviliga gingið út. Men, fyri at nýta eitt orðatak afturat, so nyttar einki "at gráta yvir spilta mjólk", men vit mugu hyggja frameftir, og gleðast yvir eitthvørt framstig.

So nú er tað ein gleði, at tað er møguligt at leggja talur av møtum okkara út á heimasíðuna. Talurnar liggja undir "MIÐLAN" og harundir trýstir tú bara á talur.

Vit hava lagt nakrar talur út, og eisini lovsangsfløguna hjá Filadelfia, og vit fara regluliga at leggja bæði nýggjar og eldri talur út á netið. Vit vóna, at hetta verður tær til uppbygging og hjálp, so at Guds Orð skal búgva ríkiliga ímillum fólk okkara.

 
Ungdómsleiðaraparið í Svøríki PDF Print E-mail
Wednesday, 05 August 2009 10:27

Regin, Rakul og Clara VictoriaRegin, Rakul og Clara Victoria eru farin til Svøríkis. Tey ganga á Livets Ord bíbliuskúlanum í Uppsala, og ætla í fyrstu syftu at vera har í eitt ár. Regin og Rakul tóku við sum ungdómsleiðarar eftir Rúna Rasmussen, og tað er einki dulsmál, at tey hava ført ungdómsarbeiðið á eitt avbera ríkt støði. Navnið "Flare" er vorðið kent millum tey ungu, og "Flare-band" hevur megnað at tilført eitt lovsangs- og tilbiðjanarumhvørvi, sum hevur drigið mong menniskju á ungdómsmøti. Samkoman hevur sum heild eisini nýtt gott av hesum, tá vit regluliga hava havt "Flare-band" at leiða lovsang á okkara morgunmøtum.

Tað verður ein stór ábyrgd at lyfta arbeiði eftir teimum, og tíanverri er eingin, sum er tilreiðar at virka sum ungdómsleiðari. Leiðslan ætlar tí at hava eitt neyvt samstarv við teir virknu ungdómarnar, so vit kunnu halda áfram á sama støði og framvegis skapa eitt dragandi umhvørvi, so bæði fremmand og ikki fremmand verða drigin til okkara "Flare"-møtir.

Vit ynskja Regin, Rakul og Claru Victoriu eitt vælsignað og ríkt ár, og vóna at tey koma skjótt aftur. Vit eru teimum sera takksom.

 
Life Church – ein máti at náa út við gleðiboðskapinum PDF Print E-mail
Wednesday, 29 April 2009 18:18

 

Bobby Gruenewald, 32 ára gamal, er pastor í LifeChurch.tv. Hetta er ein online samkoma við lovsongi, talum, bøn og bíbliugransking, ein alheims samkoma.

 

Gruenewald sigur, at heimasíðan hevur eina missión: „Vit leiða menniskju til Kristus.“

 

Samkoman brúkar Tvitter, Skype og Facebook, og eisini IPhone.

 

The San Diego Union Tribune skrivaði fyri nøkrum døgum síðani um LifeChurch og tað sum var stuttligt at síggja var, at eisini Føroyar vóru nevndar í hesum samanhangi.

 

Tað er Hjalti á Lava, sum tá ið hann sat og leitaði eftir andaligum tilfari til sína IPhone, knappliga kom fram á hesa heimasíðuna. Síðani tá hevur hann og familjan hjá honum „luttikið“ á hesum møtum.

  „Tað er so spennandi at hoyra frá fólki ymsastaðni í heiminum, sum hava aðrar umstøður enn vit hava. Tú møtir fólki úr Evropa, Afrika og Kina, so hetta er sera spennandi,“ sigur Hjalti í greinini í San Diego Union Tribune. 

 

---

 

Hjalti skrivar á Facebook at: „Tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri úr Føroyum og Danmark á hesum møtunum. So um tað liggur fyri, kanst tú fara inn á http://live.lifechurch.tv mikukvøld kl. 21.“

 

Eisini eru tey tøk á kjattinum aftaná møtið á http://www.netmission.info/chat

 

br

 
Hví biðja, hví hava umsorgan fyri Ísrael! PDF Print E-mail
Thursday, 19 February 2009 15:44
Komandi sunnukvøld kl. 19.30 verður  hildið áfram at tosa um Ísrael – har hesaferð denturin verður lagdur á: Hví biðja, hví hava umsorgan fyri Ísrael og jødiska fólkinum (1.partur). Tað er Fríðtór Debes, ið undirvísir í evninum. Síðsta sunnukvøld varð tosað um Ísrael og Guds samkomu – og hvussu oftani vit síggja, at tað er eitt samspæl millum tað, ið hendir í Ísrael og tað, sum hendir í Guds samkomu. Tikin vóru fram t.d. árini 1885, 1905, 1948, 1956, 1967, 1977 og hvat tá hendi. 

Um tað ikki liggur fyri at koma á sjálvt møtið , so ber til at lurta á netinum á www.filadelfia.fo tað verður sent live.

 

Øll eru vælkomin til hesa undirvísing.
 
"Um 10 ár er Islam farið " PDF Print E-mail
Monday, 05 January 2009 19:09

sigur sonur Hamasleiðara
 


Í gjár varð seinna sendingin í Foxnews um Mosab Hassan Yousef, son Sheikh Hassan Yousef – ein av stovnarunum av Hamas yvirgangsfelagsskapinum

 

 

Í sjónvarpssamrøðuni sigur Mosab m.a., at hann væntar, at Islam er ikki til um 10 ár. Ein av grundunum til hansara sannføring um at Islam er í ferð við at sindrast, er at religiónin ikki gevur menniskjum eitt betri lív, og tað fara fleiri og fleiri muslimar at sanna.

Mosab var tríggjar mánaðir í ísraelskum fangahúsi, tá ið hann sterkt ávirkaður av pápa sínum, tók lut í ymsum ágangandi mótmælisgongum móti Ísrael. Ta stuttu tíðina hann sat fangi, upplivdi hann hvussu Hamas fremur yvirgang ímóti og myrðir síni egnu viðhaldsfólk , av so sjúkligum áðum, sum t.d. at ein var nakrar minuttir ov leingi undir brúsu. Hetta varð av Hamasleiðarunum í fongslinum útlagt, at persónurin kanska gav ísraelsku fangavørðunum upplýsingar. Ein máti teir framdu harðskap uppá var at stinga nálir undir neglirnar, samstundis sum teir forðaðu teimum at sova í vikuvís. Mosab var tó vardur fyri at verða mistonktur, av tí at pápi hansara var ein av Hamasleiðarunum, eins og eisini pápabeiggi hansara, (eisini Hamasleiðari) sat í sama fangahúsi sum Mosab. Vegna tað at m.a. pápabeiggi hansara framdi ógvusligan harðskap móti hinum Hamasfangunum í fangahúsinum byrjaði Mosab av álvara at seta spurningar við legitimitetin hjá Hamas.
    Aftaná tíðina í fangahúsinum byrjaði Mosab at taka lut í loyniligum Bíbliulesnaði í fleiri ár, og førdi hetta at enda við sær, at hann í dag býr í Kalifornia, har hann er limur í einari evangeliskari samkomu. Hann bíðar eftir at amerikansku myndugleikarnir skulu ganga umsókn hansara á møti um politiskt friðskjól.

Tú kanst lesa meira um søguna hjá Mosab og hoyra samrøðuna á http://www.foxnews.com/story/0,2933,475226,00.html 

 

 

 
Tummas Djurhuus fíggjarleiðari í Filadelfia PDF Print E-mail
Saturday, 03 January 2009 00:23

1. januar 2009 tók Tummas Djurhuus við sum fíggjarleiðari í Filadelfia. Tummas er giftur við Annu-May og eiga tey 3 gentur: Sólrún (7 ár), Ása Elisabeth (4 ár) og Lea Debora (2 ár).

 

Tummas og Anna-May eru sera virkin í samkomuni og hevur Tummas havt ábyrgdina fyri miðla-arbeiðnum
í samkomuni. Nú flytur hann so frá miðlaábyrgd til fíggjarábyrgd.

 

Tummas hevur sítt dagliga yrki í Suðuroyar Sparikassa sum kreditleiðari. Áðrenn tað var hann deildarleiðari og fíggjarleiðari á Almannastovuni. Tummas er útbúgvin Cand.merc.DCM (Design & Communication Management).

 

Fyrsta fíggjarframløga í 2009 verður sunnudagin 18. januar.

 
«StartPrev12NextEnd»

Page 1 of 2

Skráin

Skráin September

Mánadagin 30. aug.

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 01. sep.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

 

Leygardagin 04. sep.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 05. sep.

Kl. 11.00 Morgunmøti, Alex O'Campo talar, evni 5 fald-tænsturnar

Kl. 13.15 SundagsKool

Live møti


Meðan møti er kanst tú lurta beinleiðis ígjøgnum netið.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes