|
Jerusalem: Hjartað í okkara hjarta |
|
|
|
|
Friday, 30 April 2010 11:04 |
|
Jerusalem er omanfyri politikk Nobel prís vinnandi rithøvundurin og yvirlivandi frá Holocaust, Elie Wiesel, hevði eina heilsíðu lýsing í Wall Street Journal. Lýsingin var eitt opið bræv til Obama forseta, ið hon vitjaði týningarleguna, Buchenwald, saman við seinasta ár. Her er teksturin á brævinum: Fyri Jerusalem Tað var altíð væntandi: Enn eina ferð er Jerusalem í meldrinum av politiska orðaskiftinum og altjóða stormi. Nýggir og gamlir spenningar koma upp til yvirflatuna við órógvandi ferð. 17 ferðir lagdur í oyði og 17 ferðir bygdur uppaftur, og kortini, so er hann framvegis mitt í meldrinum av diplomatiskum konfrontatiónum, ið kunnu leiða til hernaðarliga naggatódn. Hvørki Athen ella Róm hava klárað at eggja til so nógvar kenslur. Fyri meg sum jøda, er Jerusalem omanfyri politikk. Jerusalem er nevnt meira enn 600 ferðir í Skriftunum – og ikki eina einastu ferð í Koranini. Tess nærvera í jødiskari søgu er ómetalig. Tað er eingin meira talandi bøn í jødiskari søgu, enn tann, ið sigur frá um okkara langtan aftur til Jerusalem. Fyri nógvar gudfrøðingar, ER tað jødisk søga, fyri nógv skøld, ein kelda til íblástur. Hann, býurin Jerusalem, hoyrir til tað jødiska fólkið og er meira enn ein býur, hetta er tað, ið knýtur jødar saman á ein slíkan hátt, at tað er ringt at greiða frá. Tá ein jødi vitjar Jerusalem fyrstu ferð, so er tað ikki fyrstu ferð; hetta er ein heimkoma. Hin fyrsti sangurin, ið eg hoyrdi var vøgguvísan hjá mammu, ið hon sang um og fyri Jerusalem. Tess sorg og tess gleði eru partar av okkara kollektiva minni. Tá ið ein jødi vitjar Jerusalem fyri fyrstu ferð, so er tað ein heimkoma Síðani Dávid kongur tók Jerusalem sum sín høvuðsstað, hava jødar búð innanfyri tess múrar, tó bert við tveimum undantøkum; tá rómverkir álopsmenn ikki loyvdu teimum atgongd til býin og so aftur, undir jordanskari herseting. Jødar, óansæð tjóðskap, vóru noktaðir atgongd inn í gamla jødiska økið at meditera og biðja við Múrin, seinastu leivdirnar av templinum hjá Sálamoni. Tað er sera umráðandi at minnast til: At var Jordan ikki farið í part við Egyptaland og Sýria í krígnum í 1967 móti Ísrael, so hevði gamli býarparturin í Jerusalem enn verið arabiskur. Sjálvsagt, sjálvt um jødar vóru tilreiðar at doyggja fyri Jerusalem, so vildu teir ikki drepa fyri Jerusalem. Ídag, fyri fyrstu ferð í søguni, kunnu jødar, kristin og muslimar øll frítt tilbiðja í teirra halgidómum. Og, mótsatt ávísum fjølmiðlafrásøgnum, so hava jødar, kristin og muslimar loyvi at byggja teirra hús allarstaðir í býnum. Neyðin yvir Jerusalem er ikki um ogn, men um minnir. Hvør er loysnin? Ágangur vil ikki skapa eina loysn. Er nøkur loysn? Hon má vera har, hon er har. Hví takla tann mest torføra og kensluliga trupulleikan áðrenn tíðina? Hví ikki fyrst taka stig til at loyva ísraelum og palistinensiska samfelagnum at finna vegir at liva saman í einari atmosferu av tryggleika. Hví ikki lata tey mest truplu og tey mest eymu málini liggja fyribils? Jerusalem noyðist at verða verandi andaligi høvuðsstaður jødanna, ikki eitt tekin um sálarkvøl og beiskleika, men eitt tekin um álit og vón. Sum Hasidiski meistarin Rebbe Nahman úr Bratslav segði: “Alt í hesum heimi hevur eitt hjarta; hjartað sjálvt hevur eisini tess egna hjarta.” Jerusalem er hjartað í okkara hjarta, sálin í okkara sál. Týtt Fríðtór Debes |
|
Thursday, 25 March 2010 21:25 |
|
Thurman Scrivner
Sálmur 91 er ein serstakur sálmur við nógvum undurfullum lyftum. Her fara vit at taka tríggjar frásagnir um fólk, sum brúktu lyftini í hesum sálmi í teirra gerandisdegi, og tey upplivdu, at orðið er satt. Fyrsta frásøgnin er úr Texas. Undir 2. veraldarbardaga vóru nógvar herdeildir úr USA, sum bardust móti týskarum og japanarum. Nógvar av hesum herdeildum mistu upp til 90% av monnum sínum. Men ein lítil herdeild, sum kom úr einum ávísum býi í Texas, kom aftur í øllum góðum. Eingin teirra hevði fingið so mikið sum eina skeinu, og tað var heilt ótrúligt og sjáldsamt. Herdeildin taldi 40 mans, og teir vóru allir trúgvandi. Áðrenn teir fóru, fingu teir tey trúgvandi at lova, at tey skuldu lesa 91. sálm uppi yvir herdeildini hvønn dag. Myndir vórðu tiknar av hermonnunum og slignar upp á býráðsveggin. Hvønn dag var tað ið hvussu so er ein, sum fór yvir og las henda sálmin uppi yvir teimum. 91. sálmur er ein undurfullur sálmur, og øll hasi lyftini eru eisini tíni, um tú ert trúgvandi og ert Gudi lýðin. Versini 5, 6 og 7 ljóða so: “Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi, ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið (heldur ikki svínakrímið!). Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti er vernd og verja.” Eg veit um fólk, sum lesa henda sálm hvørt kvøld, áðrenn tey leggja seg. Kanska skuldi tú gjørt so við? Hann hevur bert 16 vers. Onnur frásøgnin kemur úr Dallas. Heldur tú, at Harrin sendir einglar at hjálpa børnum sínum? Ja, so sanniliga. Hví biður tú hann ikki oftari senda tær einglar til hjálpar? Ein ung genta í Dallas var eitt kvøldið á heimveg. Tað var seint eitt summarkvøld og næstan myrkt. Hon kundi ganga eftir høvuðsvegnum ella taka eina gøtu, sum førdi beint ígjøgnum; men har var nógv myrkari, tí har vuksu trø við báðar vegjaðararnar. Hon hevði ongan hug at fara alla leiðina eftir høvuðsvegnum. Hetta var ein kristin genta, so hon bað til Guds og segði: “Harri, eg fari eftir hesari tvørgøtuni; men eg vil, at tú skalt verja meg, lat einki henda mær, í Jesu navni, amen.” Tá ið hon hevði gingið hálva leið, sá hon ein mann standa har. Hon gjørdist bangin; men hon helt á at ganga. Hann bara hugdi at henni. Hon kom til hús, og alt var í lagi. Morgunin eftir, tá ið fekk tíðindablaðið, sá hon, at 20 min. eftir at hon hevði gingið eftir gøtuni, kom ein onnur genta somu leið. Hon varð neyðtikin og dripin. Løgreglan heitti á fólk, sum vistu um okkurt, at møta upp á løgreglustøðini. Hon fór oman. Teir høvdu longu tikið fýra menn, sum vóru sæddir har á økinum tað kvøldið. Løgreglan bað hana peika á tann mannin, sum hon hevði sæð. Hon peikaði og segði: “Hatta er maðurin! Eg sá hann standa akkurát har, sum handa gentan varð dripin í gjárkvøldið.” Maðurin játtaði seg sekan og segði: “Ja, tað var eg, sum gjørdi tað.” So setti hon honum ein spurning: “Tá ið eg gekk ígjøgnum har, hví gjørdi tú teg ikki inn á meg?” “Ert tú ør, kona?” segði hann. “Hví sigur tú so?” spurdi hon. “Tað vóru tveir menn, sum vóru 6 føtur høgir, sum gingu beint aftan fyri teg.” Hon visti ikki, at teir vóru har; men hon hevði biðið Faðirin verja seg í Jesu navni, meðan hon gekk hasa leiðina. Heldur tú, at Gud lurtar, tá ið børn hansara biðja? Ja, sanniliga, prísaður veri Gud. Kongurin lurtar, og hann sendir einglar sínar at verja okkum. Tað einasta, ið tær nýtist at gera, um tú gongur í lýdni eftir orði hansara, er at biðja. Í Sálmi 91,10-11 stendur: “Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.” Einglar eru har at hjálpa okkum, og dagar koma, tá ið tær tørvar teir, tí er tað gott hjá tær at vita, at tú kanst fáa hjálp. Hvør er treytin? Svarið finnur tú í 1. og 2. versi í Sálmi 91: “Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sum sigur við Harran: “Skjól mítt, Borg mín, Gud mín, Sum eg líti á!” (V.D. ums.) Hvat merkir tað, at búgva í skugga hins Alvalda? Tað merkir, at tú hevur dagligt samband við Gud gjøgnum bíbliulestur og bøn, tá líka sum býrt tú í skugga hins Alvalda. Triðja frásøgnin er um ein jødadrong undir 2. veraldarbardaga. Tað 9. versið í Sálmi 91 sigur: “Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól.” Ein ungur maður sat fangi í einari týningarlegu hjá týskarum. Hetta var ein jødiskur drongur, og ætlanin var, at hann skuldi doyggja har í týningarleguni. Hesar týningarlegur vóru ræðuligar. Hitler drap 6 mill. jødar í hesum legum. Onkur gav hesum unglinga eitt ark, har tey høvdu skrivað Sálm 91 á. Hann las 91. sálm. So segði hann: “Harri, eg vil ikki doyggja í hesi fangaleguni. Eg ynski at tæna tær; men eg kann ikki tilbiðja teg, um eg eri deyður. Harri, eg biði teg hjálpa mær.” Sigur Harrin ikki: “Kalla á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær.” (Sálmur 50,15) Tá ið hann hevði biðið, hoyrdi hann eina rødd, sum segði: “Gakk yvir til vaktarmannin og sig honum, at tú ert undir vernd hins hægsta.” Hesin ungi drongurin aktaði. Hann gekk yvir til tað fyrst portrið. Vaktarmaðurin tók byrsuna fram og spurdi: “Hvagar ætlar tú tær?” Drongurin lyfti armin frameftir og segði: “Eg eri undir vernd hin hægsta.” Hermaðurin tók byrsuna niður, smekkaði hælirnar saman og segði: “Heil Hitler.” Drongurin gekk fram við honum. So kom hann til teir næstu vaktarmenninar. Teir peikaðu við byrsunum ímóti honum og søgdu: “Hvagar ætlar tú tær?” Hann svaraði: “Eg eri undir vernd hins hægsta.” Allir vaktarmenninir tóku byrsurnar niður og heilsaðu honum við : “Heil Hitler.” So setti drongurin kós beint móti útportrinum. Tá ið hann kom hagar, stóðu seks vaktarmenn har. “Hvagar ætlar tú tær?” róptu teir. Enn einaferð rætti drongurin armin fram og segði: “Eg eri undir vernd hins hægsta!” Allir smekkaðu hælirnar saman, rættu armin fram og heilsaðu: “Heil Hitler.” Hesin jødadrongurin gekk beint út úr leguni og út í frælsið. Hugsa tær, somu møguleikar vóru atkomiligir hjá øllum fangunum í leguni, og somu møguleikar eru tøkir hjá øllum, sum lesa hetta stykkið. Setir tú Gud fyrst og gert hann til skjól og bústað tín og lesur Sálm 91 hvønn dag, so verður hann tín vernd. Statt fast á hesum lyftunum.
Effie Campbell umsetti.
Young lækni
Thurman Scrivner
Young lækni búði í Salt Lake City í Utah. Eitt sunnukvøld ringdi hesin læknin til mín. Tað eru fýra ár síðani nú. Eg kendi ikki henda læknan. Eg hevði ongantíð hitt hann. Ein vinmaður mín hevði givið honum nakrar av mínum DVD-um (sjónbondum), sum hann kundi hyggja eftir. Hesin læknin hevði havt nakrar frídagar og var farin niðan í fjøllini í Idaho. Har kleiv hann upp í eitt træ, sum var 35 føtur høgt. Tað er ómetaliga høgt, líka høgt sum tríggjar og ein hálv hædd á einum húsum. Greinin, sum hann helt í, brotnaði, og hesin maður datt 35 føtur til jarðar. Hann knústi niðara part av rygginum. Eitt flogfar, sum fleyg sjúkraflutning, fleyg hann úr fjallalendinum inn á eitt sjúkrahús í býnum. Teir tóku røntgenmyndir av honum og koyrdu hann í CD-skannaran, og teir søgdu, at teir kundu einki gera fyri hann, niðari partur av rygginum var oyðilagdur. So sendu teir mannin til hús. Tað var ein týsdag. Meðan hann lá í songini við nógvari pínu, lá hann og lurtaði eftir mínum DVD-um. Sunnudag seinnapart gjørdi hann av at fara at ringja til mín; men hann visti ikki, hvussu hann skuldi koma í samband við meg, hóast telefonnummar mítt stóð á øllum CD-unum og DVD-unum, hann hevði. Hann ringdi tískil til vinmann mín og spurdi, um hann helt, at eg hevði viljað flogið til Salt Lake City og biðið fyri sær. Hesin vinmaður mín er elsti í kirkju okkara, og eg svaraði honum, at tað skuldi eg fegin gera; men eg bað hann siga við mannin, at hann skuldi ringja meg upp, tí eg vildi fegin tosa við hann fyrst. Eg gav honum mítt persónliga telefonnummar. Hetta var um átta tíðina á kvøldi. Konan og eg ótu døgurða á einari lítlari matstovu. Tá ið vit vóru liðug, koyrdu vit til hús. Klokkan tíggju á kvøldi ringdi telefonin. “Thurman, hetta er Young lækni. Eg eri maðurin, sum havi knústan rygg.” Eg spurdi: “Mín harri, hevur tú pínu?” “Heilt ræðuliga pínu,” svaraði hann. “Og læknarnir kunnu ikki hjálpa tær?” spurdi eg víðari. “Nei, tað er einki, teir kunnu gera fyri mín rygg.” “Markus 11,23 gevur mær eitt einastandandi lyfti. Markus 11,23 sigur, at tað, sum eg sigi við munninum og trúgvi við hjartanum, tað skal eg fáa. Eg skal biðja fyri tær. Eg skal biðja fyri tær beint nú.” So bað eg Gud gera eina yvirnatúrliga grøðing í rygginum hjá Young lækna grundað á Markus 11,23, og so takkaði eg Harranum, av tí at hann á yvirnatúrligan hátt hevði grøtt ryggin í Young lækna. So segði eg: “Mín harri, nú er tað gjørt í Jesu navni, og nú mást tú ringja til mín við tínum takkarevni.” “Men,” segði hann, “kemur tú ikki í morgin?” “Jú, vit skulu koma í morgin.” So legði eg rørið á. Vit koyrdu so nakrar míl oman eftir vegnum. Kona mín segði: “Hvat heldur tú um handa mannin?” “Tað er eingin trupulleiki. Hann er grøddur, áðrenn vit koma hagar.” Tað er undranarvert at síggja, hvat ið hendir, tá ið Gud fær teg at gera okkurt. Eitt korter seinni komu vit til hús, og tá ringdi telefonin. Tað var Young lækni. Hann skríggjaði og rópti í hinum endanum í telefonini. Hann segði: “Thurman, tá ið tú baðst fyri mær, so hvarv pínan. Eg ók yvir til seingjarkantin og reisti meg og stóð á beinunum. Eg hevði onga pínu. Eg rann upp og niður gjøgnum trappurnar nakrar ferðir. Onga pínu. So tók eg fimm ára gamla son mín í kneppið og rann upp gjøgnum trappurnar við honum nakrar ferðir. Eg kendi onga pínu. Eg eri longu grøddur.” “Æra veri Gud,” segði eg. “Eg skal sjálvur koma út á flogvøllin í Salt Lake City eftir tykkum,” segði hann. “Vilt tú, at eg kortini skal koma?” spurdi eg. “So avgjørt,” svaraði hann, “eg vil møta tær perónliga og taka í hondina á tær.” “Alt í lagi, vit skulu vera har í morgin.” Konan og eg fóru so til Salt Lake City í Utah. Tá ið vit komu har, fann eg útav, at Gerry Young lækni var mormoni. Eg fann útav, at hann trúði upp á ein skeivan Jesus. Veitst tú, at mormonar trúgva ikki á sama Jesus, sum vit trúgva á? Men eg fekk høvi at tala við ein heilan hóp av mormonum teir tríggjar dagarnar, vit vóru har. Sumt av tí, sum eg segði, dámdi teimum ikki. Mormonar læra, at Jesus Kristus er bróðir Lucifer. Eg segði teimum, at hatta var ikki satt. Jesus Kristus er Kongur konga, og hann skapti Lucifer, og hann er ikki bróðir hansara. Tað er ótrúligt, sum nógv falsk læra er har yviri. Mormonar trúgva, at Gud Faðir einaferð var ein maður; men tá ið hann so bleiv fullkomin sum menniskja, so gjørdist hann Gud Faðirin. Tað er heldur ikki satt. Gud hevur altíð verið andi, og hann fer altíð at vera andi. Tá ið eg undirvísti teimum um hesar lutir, so dámdi teimum tað ikki. “Eg kom ikki út higar at undirvísa tykkum í Guds orði,” segði eg, “eg kom út higar, av tí at hesin læknin bjóðaði mær. Hann er av tilvild ein tykkara, ein mormoni. Hann bað meg tala til tykkara, meðan eg eri her. Eg kom ikki við nógvum fínum orðum, eg kom við Guds orðum. Men lat meg nú spyrja tykkum ein spurning. Nær hava tit síðst í einari mormon kirkju sæð Gud gera eitt undur sum hetta?” Young lækni sprakk á føtur og segði: “Thurman, eg havi verið limur í mong ár í hesi meinigheitini, og søgan hjá meiningheitini gongur 100 ár aftur í tíðina, og eftir tí niðurskrivaðu søguni hjá hesari meinigheitini hava vit ongantíð sæð eitt sovorðið undur fyrr.” “Kanska er tað tí, at tit øll tæna tí skeiva Jesusi,” segði eg. “Um Jesus ikki frelsir menniskju, um hann ikki útfríar menniskju, um hann ikki grøðir menniskju, so er tað tí, at tit ikki undirvísa í Guds sanna orði. Gud staðfestir altíð orð sítt við stórum teknum og undrum.” Young fór aftur til sín lækna, og hann gekk sum øll frísk fólk, tá ið hann steig inn í viðtaluhølið hjá læknanum. Ein av læknunum tók eina røntgenmynd av honum. Tá ið hann hugdi upp á røntgenmyndina, segði hann beinanvegin við Young lækna: “Boyggj teg ikki framyvir. Tað er einki í rygginum, sum heldur honum saman.” Minnist tú, at eg bað Gud gera eitt yvirnatúrligt undur í rygginum hjá Young lækna? Eru orð tíni týdningarmikil fyri Gud? Tíni orð eru alt. Tá ið eg bað Gud gera eitt yvirnatúrligt undur sambært Markus 11,23, so gjørdi hann eitt yvirnatúrligt undur. Tilfarið, sum hann brúkti at binda ryggin saman við, kanst tú ikki síggja á røntgenmyndum. Men skilligt er, at Young lækni hevur okkurt har, tí hann kann renna og hoppa og spæla og gera alt, hann vil. Nú, hvat kann Gud gera? Í Ef. 3,20 lesa vit: “Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum.” Hann er altso mentur at geva okkum nógv meir enn tað, vit biðja um ella skilja. Trupulleikin er bara hann, at vit hava so lítla kraft. Hví? Tí vit lesa alt ov lítið í Guds orði. Jú meir vit fylla okkum við Guds orði, jú meir kraft fáa vit. Vit skulu hugsa um skriftstøðini og læra okkum lyftini uttanat. Effie Campbell umsetti.
|
|
Saturday, 30 January 2010 19:21 |
|
Nú hava vit aftur verið vitni til ræðuleikar í hesum heimi. Tað er syndarligt at síggja, hvussu hart rakt Haiti er í hesum døgum. Hetta fekk meg at hugsa um, at um onkur hevði havt møguleika at sagt teimum frá, at hetta fór at henda, og ikki hevði gjørt tað, so høvdu vit øll hildið tað vera fullkomuliga ørt. Sjálvandi skuldu tey verið ávaraði, so tey kundu komið sær burtur. Sjálvandi skulu vit vera ávaraði um, at jørðin ikki hevur gott av øllum útlátinum, og at vit oyðileggja fyri eftirkomarar okkara – um tað verða nakrir –. Sjálvandi skal tað rópast upp um, at vit mugu verja okkum fyri farsóttum, og um møguligt og neyðugt taka ímóti tí heilivági vit kunnu fáa. Sjálvandi skulu ávaringar ljóða um, at tað er lívshættisligt at roykja, eitra seg við rúsevnum o.s.fr.
Vit kundu hildið fram, tí hetta er okkara dagligdagur. Vísmenninir ávara okkum móti eini komandi oyðilegging. Fjølmiðlarnir eru á treymur við ófrættatíðindum. Og vit góðtaka tað. Eg havi ikki hoyrt eina rødd enn sagt, at slíkt skal man ikki tosa um.
Øll eru á gosi, tí veðurlagsbroytingar kunnu oyðileggja okkara paradis her á jørð, og hvør í sínum lagi roynir at bøta um hetta, so tað framvegis kann vera liviligt á hesi jørð.
H1N1 beinkrímið – ikki minsta øsingin, øll skuldu koppsetast, tí vandi var fyri at doyggja av hesi sjúku.
CTD – sum hevur víst seg at vera ein ræðulig sjúka, sum eirindarleyst slær niður uttan ávaring. Sjálvandi er tað gott at øll fáa møguleikan at kanna seg, fyri at fáa staðfest um tey eru berarar av sjúkuni, men aftur her er tað óttin fyri deyðanum, sum er drívmegin. Vit eru so bangin fyri at doyggja.
Summi halda, at einki lív er aftan á deyðan, og at hetta lívið er tað, og so einki meir. Stakkals tey, men hvat er tá at vera bangin fyri. Tey geva upp andan og so er tað liðugt.
Onnur halda, at Gud er góður, so hann letur øll sleppa í himmalin, so har skuldi so avgjørt einki verið at verið bangin fyri. Tey halda seg flyta – óansæð um tey ikki vildu vita av Gudi her – beint inn í nærveru hansara. So tey skuldu so heldur einki havt at verið bangin fyri.
Nei man tað ikki heldur vera sum Bíblian sigur, at ævinleikin er lagdur niður í hvørt mansbarn. Innast inni, har sum vit ikki loyva nøkrum framat, har sum allir okkara mongu spurningar liggja, ofta væl læstir inni, har hoyra vit røddina av honum, sum bara vil okkum alt tað besta, hann, sum læt lív sítt á Golgata fyri at vit kundu fáa tann friðin, sum vit øll innast inni leingjast eftir. Har inni hoyra vit ávaringina, um at gera seg til reiðar at møta Gudi, men kortini, so doyva vit hesa røddina við øllum møguligum.
Øll vita vit, at hetta lívið ein dag fær ein enda. Bíblian sigur okkum, at tað bert eru tvey støð at koma til eftir deyðan, Himmalin ella helviti, men kortini, so mugu vit ikki loypa ótta á fólk, vit mugu ikki tosa um slíkt, tí so blíva fólk bangin. Vit skulu halda tað fyri okkum sjálv, og ikki rópa upp um tað. Hvat høvdu vit sagt, um onkur hevði møguleikan at bjarga t.d. fólkunum á Haiti áðrenn jarðskjálvtan, og ikki gjørdi tað – tað hevði verið vitleyst.
Høvdu fólkini í Haiti ikki verið bangin um tey fingu at vita í gjár, at í morgin eru fleiri túsund íbúgvar farnir inn í ævinleikan. Sjálvandi. Men av tí at tey tá høvdu tíð at gera nakað við tað, høvdu tey verið takksom í dag.
Tí er tað óhugnaligt, at tað í dag næstan ikki verður tosað um slíkt. Tað er ikki loyvt at siga, at tað er eitt fortapilsi, og um vit ikki hava ein himmal at gleða okkum til og síggja fram til, so eru vit á skeivari leið. Bíblian ávarar um, at á síðstu døgum skulu vit fáa okkum lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar okkum í oyruni. Og har eru vit í dag.
Í dag meira enn nakra aðra tíð í søguni er neyðugt at tosa um, at Jesus kemur aftur skjótt og at skjótt er eingin náðitíð eftir. Men tú hoyrir tað ikki, tí vit eru so upptikin av, at alt skal vera so gott her, vit skulu hava himmal her. Og tað kunnu vit hava innan í okkum, men Bíblian sigur, at tað koma torførar tíðir, og vit eru mitt í teimum.
Jesus vil ikki at nakar skal enda í fortapilsinum, tí kom hann og gav lív sítt fyri okkum. Tað einasta hann krevur er, at vit siga honum takk og lata hann vera skipara á skútu okkara. So sigla vit trygt gjøgnum allar vandar og brotasjógvar. Hann er lívsins loðsur, við honum eru vit trygg sjálvt um alt skramblar saman rundan um okkum her.
Bíblian hevur sagt frá øllum sum koma skal, hví ikki geva orðum Harrans gætur áðrenn ov seint er.
Britt |
|
Vegleiðing til at røkja persónliga Gudslívið (av Ulf Ekmann) |
|
|
|
|
Tuesday, 03 November 2009 12:28 |
|
Många lever ett aktivt, krävande och stressat liv och har svårt att utveckla sitt andaktsliv. Visst skulle man vilja åka på en retreat eller leva mer i stillhet med mer bön och bibelläsning men det verkar inte gå. Istället kapitulerar man och går med dåligt samvete. Samtidigt känns det hur det inre livet tunnas ut. Vad skall man göra? Vi har alla olika vanor, temperament och sätt att göra saker. Det som skall fungera i längden måste vara anpassat efter min personlighet. Samtidigt kan vi inte bara gå på känslor och impulser utan måste, sakta men säkert, bygga upp heliga vanor. Vi får vara så disciplinerade det går utan att falla i lagiskhet. Lagiskheten är en riktig glädjedödare. Det är så viktigt att veta att andaktslivet inte är andliga gymnastikövningar eller en bantningskur som måste genomlevas utan att Jesus står där varje morgon och längtar efter att tala med oss. Han vill ha några minuters kärleksfull gemenskap med oss och han ger så otroligt mycket tillbaka till oss. För den som inte orkar med en timmes andaktsstund på morgon och långa bönestunder på kvällen finns här några tips: När du vaknar, säg “Jesus”. Upprepa sakta hans namn när du går ur sängen. Sträck dig efter Bibeln direkt efter att ha stängt av väckarklockan och läs genast ett eller två bibelord, inte mer. Detta klarar alla. Be tyst i tungor i ditt inre på väg in i duschen. Det får ditt inre att bli lovsjungande istället för att börja meditera över dagens alla bekymmer. Be alltid för maten. Inkludera kort dagens händelser i frukostbönen så att du lägger dagen i Herrens händer. Försök om det går att ha en tio minuters bön och bibelläsning innan du rusar iväg. Ha ett litet NT i fickan, läs på toa, på bussen, i korta pauser på jobbet. Lägg in Bibeln på datorn så du kan läsa någon vers då och då. Försök, om det går, att läsa igenom Bibeln åtminstone vartannat år. Även om du inte skulle hinna igenom så har du ändå hunnit en god del. Själv försöker jag numera att sträckläsa den vartannat år och det andra året går jag mer på djupet i en bibelbok som jag då ständigt återvänder till. För två år sedan var det Johannesevangeliet. I år är det Efesierbrevet. Insistera på att, åtminstone själv, alltid be bordsbön. Vi kastar oss inte över maten som djur utan tackar Herren för varje gåva vi får. Be kort, riktade böner, ofta tyst, för speciella situationer på jobbet och för speciella personer. Be direkt, vänta inte, men du behöver inte be så länge. Försök att gå på din församlings bönemöten och var med i en cellgrupp. Försök att ha aftonbön, gärna tidigare på kvällen, med några av familjemedlemmarna. “Den familj som ber tillsammans förblir tillsammans.” Om du tycker om att läsa i sängen, sluta då det hela med Bibeln så att du somnar med bibelord i ditt sinne, inte romaner och nyhetsartiklar. Upprepa tyst för dig själv namnet Jesus tills du somnar. Gör inte allt detta på en gång utan ta några saker i sänder, pröva dig fram och bli inte missmodig om det inte fungerar bra genast. Du skall se att hela din dag mer och mer blir omgärdad av Guds närvaro. Bön är samtal med Gud och han är alltid där för att ha gemenskap med dig. Bön är något underbart just därför att Jesus är underbar. |
|
Eg trúgvi, at Jesus kemur skjótt aftur |
|
|
|
|
Saturday, 05 September 2009 15:39 |
|
sigur Anders Ova, prestur, listamaður og profetur. – Hvussu eg kann vita tað? Tí Bíblian sigur tað. Vit liva í eini tíð, har vit kristnu eiga at lesa Bíbliuna og dagbløðini við vón, tí pallurin fyri teimum mest fantastisku hendingunum í allari heimsøguni er við at verða lagdur. Hetta stendur at lesa í áhugaverdari grein í Udfordringen í seinastu viku. Greinin er soljóðandi:
Af Henriette Bjarne Hansen Der stod en engel lige inden for døren. Jeg lagde straks mærke til den, da jeg trådte ind over dørtærskelen til Anders Ovas hjem. Selv om englen var malet på et billede, var den så livagtig, at jeg følte, den fulgte mig med øjnene og sagde, at hvis jeg havde ondt i sinde, så måtte det gå ud, før jeg gik ind! ”Ja, det er vores vagt-engel. Den har hængt der ved døren i mange år - den passer på familien”, fortæller Anders Ova, som er ham, der har malet englen. Anders Ova er præst og profet, og kunstmaler. Ofte indgår der engle i hans malerier. ”Englene, Guds våbendragere” er også titlen på en bog, som han har skrevet om engle. - Engle er ikke små tykke tutte-nuttede babyer, der sidder på skyerne og trutter i trompet. Guds engle er høje, frygtindgydende, stærkt lysende væsener. Hvis vi var i stand til at se dem, ville vi fyldes at frygt. Derfor siger de også, når de af Gud får lov til at vise sig for os: ”Frygt ikke.” De er Guds tjenere, og deres opgave her på jorden er at hjælpe de frelste. De er vores bodyguards og gør alt for at beskytte os mod ondt og forhindre de ulykker i vores liv, som ikke er tilladt af Gud. Og sidst, men ikke mindst, så er det dem, der bringer os mange af Guds bønnesvar. - Når vi beder, forventer vi øjeblikkeligt et bønnesvar. Hvis vi ikke får det, mister vi modet, giver op og holder helt op med at bede. Vi bliver lettere fornærmet, fordi vi føler, at bøn er virkningsløs. - Vi er ikke klar over, at der foregår en kamp i den åndelige verden. En kamp mellem mørkets og lysets kræfter. Det er ikke kun Guds engle, der befinder sig i himmelrummet, også de faldne engle, Satans håndlangere er der, og de vil gøre alt for at forhindre Guds engle i at bringe bønnesvarene frem til os. Renset for synd Kan der opstå vækkelse uden bøn? - Nej. Ingen vækkelse uden bøn, så ville det være den første gang i historien. Det kan ikke lade sig gøre. Der kommer snart en nat, hvor vi ikke længere kan arbejde, siger Jesus. Og den nat nærmer sig med hasteskridt, derfor må vi bruge tid til bøn. Jeg vil faktisk opfordre kirkerne her i landet til i en periode at stille alle arrangementer og aktiviteter i bero og i stedet gå i gang med at bede. Det er det vigtigste, vi kan foretage os lige nu. Vi må bede om vækkelse i kirken, og vi må bede til, at kirken bliver ren. Hvad nytter det med lovsang og nådegaver, når så mange i kirken lever verdsligt og ligefrem i synd? Der må skabes trivsel for Helligånden i menighederne, og den opstår ikke alene ved undervisning og lovsang. Kirken må omvende sig fra synd og verdsliggørelse. Sønderbrudt Du fortæller mig, at Gud taler tydeligt og klart til dig om de ting, der skal komme. Kan alle lære at høre så tydeligt fra Gud, som du gør? - Der er skrevet mange bøger om de teknikker, man kan anvende, hvis man vil lære at høre fra Gud. Men de fleste holder ikke. Du kan ikke sidde og følge en brugsanvisning, der fortæller, at nu skal du gøre dit, og nu skal du gøre dat, og vupti, så har du kontakt til Gud. Sådan fungerer det ikke. Kun Helligånden ved, hvad der skal komme, og han foretrækker at åbenbare sig i sønderbrudte hjerter. Sønderbrudthed er den bedste, men også den hårdeste måde, hvis man søger profetisk lys i sin tjeneste. - Jeg har altid været en hund efter det ultimative, så en dag for mange år tilbage, hvor jeg boede i Svendborg, kørte jeg ud til vandet, satte mig på en sten og bad til Gud: ”Lad mig får del i en større salvelse. Gør med mig, hvad du vil, bare jeg får alt det, du har til mig.” Da hørte jeg Gud sige til mig:” Ved du, hvad det er, du beder om.” I samme øjeblik han sagde det til mig, vidste jeg, at min bøn ville få konsekvenser. Havde jeg vidst, at de ville blive så alvorlige og langvarige, havde jeg nok ikke vovet at bede den bøn. Men Gud tog mig på ordet og tillod store lidelser for at give mig del i den profetiske salvelse, jeg søgte. Hvad vil det sige at blive sønderbrudt? - Det vil sige, at der er noget i én, som må dø for at noget andet kan komme til live. Sjælen knuses, og ånden får liv. Det, der holdt mig oppe, da jeg i seks år befandt mig i et afgrundsdybt mørke, var det teologiske fundament hos nogle lutherske teologer i Norge. Deres indsigt i Bibelens syn på lidelsens vilkår og udgang gav mig håb om, at jeg fra lidelsen kunne gå ind i en tilsvarende herlighed. - Jeg havde aldrig troet, det var muligt, at jeg skulle sige det, men jeg ville ikke have været de seks lidelsesfulde år foruden. Men jeg siger det kun med bøjet hoved og dyb ærefrygt for, hvad smerte og lidelse er. Og jeg vil sige til alle, der har til hensigt at bede Gud om en større salvelse: Du bør vide, hvad du beder om. Hvis Gud vil det, og han ser, at du kan bære en smerte, der vil gøre dig egnet til at bære velsignelse, kan der blive en pris, der skal betales. Er du klar til at betale den pris? Væk min kirke Du er for nylig gået på pension. Betyder det, at du nu har afsluttet din tjeneste for Gud? - Jeg har tjent Herren i 4o år, og da jeg gik på pension for to år siden, følte jeg, at jeg fortjente at få lidt fred. Jeg ville gerne have mere tid til at male, skriver bøger og måske i ny og næ holde en prædiken. - Jeg talte med Gud og fortalte ham, hvordan jeg ønskede, min retræte skulle være. For ikke at såre Gud nævnte jeg nogle lette ting, han kunne bruge mig til, hvis han fik lyst. Gud lod mig tale færdig og sagde så: ”Det kan du glemme alt om. Jeg har en opgave, som jeg vil have, du skal fuldføre for mig. Du skal gå ud og vække min kirke. Den sover. Du skal fortælle alle i menighederne, at tiden nu er inde til, at hver især forbereder sig og gør sig klar til min Søns komme. Vi lever på lånt tid Er kirken klar til, at Jesus kommer? - Nej, det er jo det, den ikke er. Ligesom vi kan fremskynde Jesu genkomst, kan vi også forhale den. Personligt er jeg ikke i tvivl om, at Jesus skulle være kommet tidligere. Men fordi kirken ikke har været rede, og derfor alt for mange ville blive ladt tilbage, giver han den endnu en chance til at omvende sig, rette ind og stramme op. Men tiden er kort, vi lever på lånt tid. Nu har du i næsten et år været ude i landets kirker og prædiket Jesu genkomst. Hvordan reagerer folk, når de hører, at Messias snart kommer? - Der er rigtig mange kristne, der ligesom generationer af kristne før os lever i forventningens glæde om, at Jesus snart kommer tilbage til jorden. De er meget modtagelige for det, jeg forkynder, og lever i ”bortrykkelsens nærvær.” De siger som Jesu brud i Johannes Åbenbaring: Kom Herre Jesus, kom! og er klar til at gå ham i møde. Og så er der dem, der skubber Jesu genkomst foran sig. Som ikke er klar til, at han kommer, - i hvert fald ikke nu. - Det er dem, Jesus omtaler som den dårlige tjener, der siger: ”Min Herre lader vente på sig.” Om ham siger Jesus, at hans genkomst vil komme i den time, han ikke tænker, og at han vil blive ladt tilbage. Jeg taler her om den laodikanske kirkementalitet, der omtales i Johannes Åbenbarings kapitel 3, vers 14. En ”kristendom”, hvor man hverken er varm eller kold, men lunken. Hvor man kun taler om det i Bibelen, der er omkostningsfrit og let tilgængeligt. Ord som omvendelse, fortabelse, himmel og helvede er ord, der er, skulle man tro, faldet ud af Bibelen. Alt for mange er fremmede over for kraften i Jesus blod. - Efter at jeg i en kirke havde forkyndt om forløsningen i Jesus blod, kom en nydelig dame op til mig og bad mig om aldrig mere at nævne alt det om blodet, da hun ikke kunne holde ud, at kirken blev svinet til og gjort til et slagtehus. Gud har fået nok - Det at spotte Herren og fornægte hans genkomst er et af de sørgeligste, men tydeligste endetids-tegn, som Peter taler om i 2. Peters brev kapitel 3 vers 4: ”For først og fremmest skal I vide, at der i de sidste dage vil komme spottere, som følger deres egne lyster, og som hånligt siger: ”Hvad bliver der af løftet om hans komme?”” Er der andre endetids-tegn, du kan nævne, der viser, at Jesu genkomst nærmer sig? - Et tydeligt endetids-tegn var, da de to tvillingetårne på World Trade Center den 11. september 2001 kollapsede. Profeten Joel sammenfatter vor tidsalders civilisationssammenstød med ordene ”blod, ild og røgsøjler”i Joels Bog kapitel 3,vers 3: ”Jeg sætter tegn på himlen og på jorden, blod og ild og røgsøjler.” Tvillingetårnene var et statussymbol på den vestlige verdens finansimperier. Da tårnene faldt, varslede det en slutning på kapitalismens tid. Den endelige stadfæstelse skete den 28. september 2008, hvor en verdensomspændende finanskrise blev officiel. - Det der skete den dag, som CNN har udråbt til en historisk dag, var i virkeligheden et tegn på Guds begyndende dom over verden. Gud ”lukkede ned” for de mange skærme, børsmæglerne sidder ved hver dag og handler med kæmpemæssige summer. Hvorfor satte Gud en stopper for det? - Fordi Gud har fået nok. Han søger for det første at tvinge menneskenes opmærksomhed mod andre værdier, dernæst vil han ikke længere være vidne til, at millioner af mennesker dør af sult på grund af menneskehedens uretfærdige fordeling af verdens finanser. Gud er vred på synd - Jeg har talt lidt om, at kirken nu må rette sig ind, stramme op og omvende sig fra synd. Jeg vil gerne tilføje, at hvis vi vil have livet tilbage i kirkerne, er det nødvendigt med et skift i forkyndelsen. Lederne i kirken må prædike mere helliggørelse. Forkyndes der kun til følelser og intellekt og ikke til samvittigheden, er der ingen, der vil kunne forstå vigtigheden i at omvende sig. Forkynder man derimod til samvittigheden, og ikke er bange for at fortælle, at Gud ikke er mindre vred på den synd, der befinder sig i kirken, end på den, der befinder sig udenfor, vil der ske en karakterændring hos den enkelte. Man vil kaste sig ned for Guds ansigt og råbe til ham om nåde: ”Tak Gud, for at du mødte mig i dag. Tilgiv mig den ugudelige og syndfulde måde, jeg har levet på, jeg ved, du er en hellig Gud og ikke kan tåle synd. Jeg ønsker ikke kun, du skal være min frelser, du skal også være Herre i mit liv. Tal til mig og vis mig din vilje”. Mellemøsten - Vi befinder os i en tid, hvor kristne bør læse Bibelen og den daglige avis i en forventningens ånd, for scenen for de mest fantastiske begivenheder i hele historien er ved at blive dannet. Begivenhederne i Mellemøsten er det, kristne må lægge mest mærke til. Hold øje med, hvad der sker der. Særlig med de kommende fredsforhandlinger. Terningerne er kastet. Hvordan lander de? Hvem er den ”fredsfyrste,” der nu snart vil træde ind på verdensarenaen for at skabe fred i Mellemøsten? Ja, hvem er han? - Som det ser ud nu, kan det blive Barack Obama, uden at jeg på nogen måde tør sige, at han er den, der skal komme i sit eget navn, og som hele verden vil tage imod. Altså den kommende Antikrist. Hvorfor lige ham? - Fordi han er den eneste politiker i nyere tids historie, der ser ud til at kunne samle hele verden under sit lederskab, og fordi han har en muslimsk baggrund og derfor har en god indgang til den muslimske verden. Hans indflydelse i Mellemøsten beskrives ligefrem som ”Obamaeffekten.” Hvad der til gengæld er dybt bekymrende, er hans negative forhold til Israel. Antikrist på banen - Når der opnås en længerevarende fred i Israel, vil folk ånde lettet op og sige: ”Endelig er der fred og ingen fare”. Men da er det, at Bibelen siger i Første Thessalonikerbrev kapitel 5, vers 2: ”Når folk siger fred og ingen fare, da ER det, at undergangen er nær.” Den længerevarende fred i Israel vil vise sig at være en falsk fred, som vil blive brudt efter tre og et halvt år, erstattet af krige, og forfølgelse af det jødiske folk. Bag den falske fredstraktat skjuler det antikristelige regime sig. Fredsfyrsten Antikrist viser sig nu som en antisemitisk krigsfyrste. Hvem er Antikrist? ER han på banen nu? - Det er for tidligt at sige noget bestemt om. Jeg tør ikke sige, om vi har set ham, men jeg tør heller ikke sige, at vi ikke har. Men når den kommende ”fred” brydes og afløses af militære angreb på Israel, vil de kristne, der kender deres Bibler ikke være i tvivl om, hvem han er. Hvornår går vi ind i den store trængsel? - Verden vil gå ind i den store trængsel efter at ”freden” i Mellemøsten brydes. De følgende tre og et halvt år bliver de frygteligste i menneskehedens historie. Hvornår tager Herren os hjem, i bortrykkelsen? - Menighedens bortrykkelse vil ske før den store trængsel, men vi må ikke glemme, at den kan finde sted når som helst, på et hvilket som helst tidspunkt, derfor gælder det om for den enkelte at leve i bortrykkelsens nærvær - det vækkelsesdogme, som kirken tabte efter Jesuvækkelsen. Mange kristne siger, at du har sagt, at Jesus kommer tilbage i 2012. Hvordan er du i stand til at sige det så præcist? - Jeg er ingen datosætter, og det må bero på en misforståelse, hvis nogen skulle tro, at jeg har sagt det. Jeg har derimod, for at folk skal kunne forstå ”regnestykket”, nævnt som et eksempel, at HVIS den bedrageriske fred i Mellemøsten skulle finde sted i 2009, vil bortrykkelsen KUNNE finde sted tre og et halvt år senere, i 2012, før trængselen sætter ind. Det er meget langt fra at være en påstand og en datosætning. Det belyser kun, hvordan begivenhedernes kronologiske orden hænger sammen. Men vi er dagligt vidne til, hvordan det antikristelige rige etableres ved dannelsen af en verdensøkonomi, en verdensregering og en verdenskirke. Jeg er for tiden ved at skrive en bog om alle disse ting, - bortrykkelsen og Jesu genkomst. Den bog vil give en større og mere detaljeret indsigt i de nuværende og kommende begivenheder. Tilføjet til udfordringen.dk: 26.08.2009, 16:25 |
|
Ein gomul bók leiddi tey til skattin |
|
|
|
|
Wednesday, 27 May 2009 20:16 |
|
Tað hevur í mong ár verið diskuterað um hon er álítandi. Summi siga, at hon ikki er annað enn nakrar gamlar mytir, og at hon ikki kann verða tikin fyri fult. Í hesum gamla dokumenti er nakað, ein kann kalla eitt „skattakort“, men teknað við orðum – eitt kort, sum greitt vísir, hvar skattirnir eru. Gullgravarar, granskarar og vísundamenn hava gjøgnum tíðina kannað skattakortið nærri. Og av sporunum á kortinum hava tey funnið fram til nakrar av hesum nevndu skattum. Ja, so ófatiligt tað enn ljóðar, so hava fólk leitað eftir virðismiklum rávørum sum olju og kopari og funnið tað júst har, sum henda gamla bókin segði, at tað skuldi vera. Hetta er funnið í Ísrael og Egyptalandi. Nilen-bitumen = olja Tá forsetin í Standard Oil Company sat og las tað gomlu frágreiðingina um ein lítlan bát, sum rak á Nilánni við einum lítlum hebraiskum drongi, sum æt Móses, steðgaði hann knappliga á. Tað, sum fangaði hansara áhuga, var hetta: báturin var impregneraður við harpiks (bitumen) fyri at hann skuldi vera vatntættur. Niðurstøðan hjá oljumanninum var, at har sum tað fanst harpiks (bitumen), mátti eisini finnast olja. Felagið hjá honum fór til Egyptalands at bora. Og júst fram við Nildalinum funnu tey olju. Funnu júst tað tey væntaðu Ein fyrrverandi leiðari í ísraelska herinum, Dr. Yigal Yadin, var úti fyri einari líknandi hending. Hann stóð á odda fyri útgravingum í tí bíbilska býnum Hazor norðaliga í Ísrael. Út frá Bíbliuni gjørdi hann ein lista, sum fólkini, sum tóku lut í útgravingini, kundu brúka, og hann segði teimum, hvørjar lutir tey skuldu rokna við at finna. Tey vóru ovfarin – men ikki hann – tá ið tey funnu alt tað, sum stóð á listanum, ja, enntá býarportrið, sum sambært Bíbliuni stóð har. Vatn í oyðimørkini Vatn er altíð ein trupulleiki í einum landi, har helmingurin er oyðimørk. Tí er tað ótrúligt, knappliga at koma fram á ein svimjihyl við vippu mitt í tí kørgu Negev-oyðimørkini sunnaliga í Ísrael. Svimjihylurin er úrslit av eini leitan eftir vatni, sum fór fram tætt við nýmótans búsetingina Yotvata – eftir bíbilska staðnum Jotbata. Hvar í Bíbliuni síggja vit, at vatn skuldi verið har? Jú tað finna vit í frásøgnini um ferðina hjá Ísrael, sum stendur í 5. Mósebók 10,7: „Haðani fóru tey til Gudgoda, og úr Gudgoda til Jotbata, land við mongum løkjum.“ Síðani Ísrael aftur varð tjóð í 1948, hava tey brúkt Bíbliuna sum henta hjálp í eini nýmótans tíð. Granskarar hava leitað til Bíbliuna fyri at finna út av, hvar tey í gomlum døgum funnu vatn – vatn, sum fekk landið at blóma. Og av frágreiðingunum í gomlu bókini hava tey funnið teir gomlu brunnarnar og reinsað teir, so teir aftur kundu brúkast. Sum frú A.G. Rylah, kona ein ísraelskan ráðharra, hevur sagt: „Tey vita, at tá ið Bíblian nevnir eina ávísa avgrøði, og hvar hon vaks, so vil hon vaksa har aftur, um økið fær vatn.“ Ísrael: „Olju úr harðasta steini“ Tá tíðindini bórust í ísraelska útvarpinum í 1955, um at olja fyri fyrstu ferð í søgu Ísraels var funnin, byrjaðu tey við at lesa eitt stykki úr 5. Mósebók, kap. 32 og vers 13. Har stendur tað, hvussu Gud Harrin leiddi Jákup út úr oyðimørkini og inn í eitt land, har hann kundi: súgva … olju úr harðasta steini. Tað var sera hóskandi við hesi innleiðing, tí tað var Bíblian, sum hevði givið ísraelsmonnum íblástur at bora. So tá bretarnir eftir fleiri óeydnaðar royndir góvust at leita eftir olju, ta ferðina Hitt Heilaga Landið var bretskt mandatøki, bíðaðu ísraelsmenn tolnir eftir sínum møguleika. Stutt eftir at Ísrael aftur var vorðið tjóð í 1948, byrjaðu tey at bora í einum øki, tey kallaðu Heletz tætt við ófriðarliga Gazageiran, á markinum til Egyptalands. Í 1955 gav trúgv teirra úrslit, tá borurin knappliga eksploderaði og „oljan úr harðasta steini“ sprændi høgt upp í loft. Aser: Jarn Ein fyrrverandi menningarráðharri í Ísrael dr. Dov Joseph, vísti á eina áhugaverda frásøgn um trúgv í Bíbliunnar profetiska teksti. Í tekstinum í 5. Mósebók 33,24-25 møta vit profetorðinum hjá Mósesi til ættir Ísraels, har Móses sigur við Aser: „av jarni og kopari veri sláir tínar“. Meðan teir vóru og kannaðu eina nýliga uppdagaða jarnmálmæðr í fjøllunum í Galilea, norðaliga í Ísrael, kom ein av námsarbeiðarunum, ein bogin, hvíthærdur, gamal maður, yvir til dr. Joseph og gav honum eitt gamalt kort yvir tað bíbilska Ísrael, har tað sást, at ta nýggja námið lá í Aser, hagani hansara ætt kom. „Og her, harri,“ segði hesin gamli maðurin, „hava vit funnið tann jarnmálmin, sum Móses lovaði okkum.“ Nám Sálomo kongs Frásøgnin í Bíbliuni um kongadømi hjá Sálomo kongi ljóðar sum eitt ævintýr. Tað er næstan, sum høvundurin hevur havt stórt hugflog og hug at gera ov nógv av. Men frágreiðingin um stýrið hjá Sálomo vísir seg at vera FAKTA, sjálvt um tað ljóðar sum fiktión. Tað prógvaðu tvær amerikanskar fornfrøðiligar rannsóknir í 1937. Tað árið fór eitt ferðamannafylgi á kamelum frá Jerúsalem til Aqaba-flógvan, lastað við tí nýggjasta útstýrinum. Aftaná teimum komu jarðfrøðingar, søgufrøðingar, arkitektar, fornfrøðingar og ein myndamaður. Leiðarin hjá ferðamannafylginum var dr. Nelson Glueck, sum eins og hini var limur í tí víðagitna amerikanska læristovninum fyri eysturlendskari gransking. Málið var ein heyggur sum æt Tell el-Kheleifeh. Glueck, sum var ein heimskendur fornfrøðingur og bíbliugranskari, hevði brúkt meira enn tjúgu ár at granska stóru og turru Negev-oyðimørkina í Ísrael, í leitan síni eftir tí, sum Bíblian segði var at finna har. Sporið hevði hann frá 5. Mósebók kap. 8, vers 7 og 9: „Tá ið nú Harrin Gud tín leiðir teg inn í gott land, … eitt land, har steinarnir eru úr jarni, og har tú kanst høgga kopar úr fjøllunum.“ Eftir eina ferð við kamelum og til gongu, sum hevði havt givið hópin av tilfari til ein Hollywood film, komu tey fram til Tell el-Kheleifeh. Hesin einsligi heyggurin, sum ikki sá út til at vera annað enn ein rúgva av múrsteinsbrotum, reisti seg á hesum óendaliga, skuggaleysa slættlendinum. Tey gjørdu sær eina legu har og byrjaðu at kanna lendið. Og heilt óvæntað gav teirra nágreiniliga arbeiði skjótt úrslit. Tey funnu húkar av kopari! Síðani funnu tey múrsteinar og restir av múrum. Alla staðni kring seg løgdu vísindamenninir merki til, at sandsteinurin hevði ein karakteristiskan grønan lit. Eitt kvøldið sat Glueck í tjaldi sínum og hugleiddi um úrslitini av arbeiðinum. Har var funnið nógv áhugavert tilfar, men ikki nakað veruliga óvanligt. Meðan hann sat og hugdi at tí, hann hevði skrivað niður, steðgaði hann grundandi á: Jarnmálmur og malakit í Aqaba? Í hesi rúgvuni av múrsteinsbrotum framman fyri tjald hansara, restir av múrum og koparhúkum? Og alt hetta funnið knapt 500 metrar frá tí Reyða Havinum? Á ein ella annan hátt virkaði alt hetta kent. Spentur fann Gluck aftur fram til tað staðið í Bíbliuni, sum umtalar Reyða Havið í samband við ein stóran kong: „Um hesa tíðina fór Sálomo til Ezjon-Geber og til Elot úti við havið í Edomslandi“ 2. Krønikubók 8,17. Glueck visti, at á Bíbliunnar døgum gekk Edom heilt oman í víkina við Reyða Havið. Nú arbeiddi heili hansara undir hátrýsti. Mitt um náttina rópti hann sínar samverkamenn saman til møti. Tey samdust um at gera eina miðvísa kanning nú. Glueck var vísir í, at hann nú visti, hví tey høvdu funnið stoypiformar og ein hóp av koparslaggi mitt úti í tí nakna, óvinarliga brennandi slættlendinum. Ein háovnur Fólk hansara arbeiddu hart, men máttu sleppa sær burtur, áðrenn Glueck hevði eydnu við at prógva sína hugsan. Í 1940 helt ein nýggj ekspeditión fram við útgravingunum í Tell ell-Kheleifeh og prógvaðu tey, at tað sum Glueck helt, var satt. Á einum plássi umgyrt við múrum, komu tey fram á ein risastóran bygning. Tann illlitti grøni liturin á múrinum vísti skilliga endamál hansara … hetta var ein háovnur. Múrsteinsveggirnir høvdu tvey røð av holum: tað vóru roykkanalir. Bygningurin hevði eitt snilt system av luftkanalum. Háovnurin var bygdur eftir ávísum prinsippi, sum var tikið upp aftur í tí nýmótans ídnaðinum í 19. øld og varð kallað Bessemer systemið. Ezion-Geber lá á Kongavegnum, sum gekk frá Egyptalandi til Damaskus í Sýria. Tíggju smeltarar til kopar raffinering eru síðani grivnir út her. Teir høvdu roykkanalir av nýggjari slag. Ikki bara vendu teir móti útnyrðingi fyri at fáa vindin, sum blásti suðureftir úr útnyrðingi, inn við nógvari megi, men teir lógu eisini í útnyrðingshorninum í býnum. Vindurin varð við hjálp av luftkanalum automatiskt brúktur til at syrgja fyri neyðuga trekkinum til eldin í ovninum. Her varð koparið og jarnið ikki bert raffinerað, men eisini gjørt til metalbarrir og lidna framleiðslu. Ezion-Geber framleiddi tað metallið, sum varð brúkt til tað rituella útstýrið í templinum hjá Sálomo í Jerúsalem – til „bronsualtarið“, „havið“, sum var heitið á einum stórum koparílati, til tey „tíggju stellini av bronsu“, til „øskubytturnar, eldspakarnar og roykilsisskálirnar“ og til tær stóru súlurnar „Jakin og Boaz“ við inngongd tempulsins. Kong Sálomo, sum Glueck kallar hin „stóra koparkongin“, skal roknast millum størstu útflytarar av kopari í teirri tíðini. Nógv av ómetaliga ríkidøminum hjá Sálomo kom uttan iva av framleiðslu av metalamboðum og vápnum og av sølu av hesum til aðrar tjóðir. Tað var her við Ezion-Geber, at Sálomo bygdi skip, sum sigldu um heimsins høv. Aftur gjøgnum Ezion-Geber kom triðja hvørt ár úrdráttir frá tropunum, sum t.d. fílabein og ibenholt og eksotisk djór sum silkiapur og páfuglar (1. Kong. 9,26; 2. Krøn. 8,17, 18; 9:21). Bíbilsku keldurnar umtala, at har var meira gull, silvur og kopar í stjórnartíð Sálomos enn nakra aðra tíð, hvørki fyrr ella seinni (1. Kong. 7:46,47; 2. Krøn. 4:7,18; 9:13,14,27). Fornfrøðingar hava í okkara tíð váttað og greitt frá øllum hesum. Koparnám Men Glueck fann meira, enn hann leitaði eftir – tey ríku koparnámini, sum høvdu verið við til at gjørt Sálomo til ein ríkan kong, og sum eingin hevði sæð nakað til í nærum 3.000 ár. Hesi nám, í jordanska økinum kent sum Arabah í landnyrðings partinum av Ezion-Geber, vístu seg at vera nógv í tali. Koparmálmur var heintaður haðani og smeltaður í ovnum tætt við námini. Stórar rúgvur av slaggi nærhendis hesi nám vitnaðu um stórt virksemi. Og pottabrot funnin í og uttanfyri námini vísa, at meginparturin av hesum virkseminum fór fram á tíð Sálomo kongs. Toftirnar av ovnum nær við námini vitna um, at málmurin er virkaður so hvørt, hann er grivin upp úr undirgrundini. Harfrá varð so tað ráa metallið koyrt til Ezion-Geber fyri at verða reinsað. Sum eitt úrslit av kanningunum hjá Glueck var oyðimarkarinnar stilli skjótt avbrotið av ljóðinum av blómandi, virknari náms- og koparsmeltingarframleiðslu í Timna, har bíbilsku námini lógu. Jarnnám Seinni menti Glueck kanningarnar til Negev, turra, oydna landslagið í tí nýmótans Ísrael. Har fann hann rík jarnnám, sum síðani eru farin at virka aftur, eins og koparnámini, eftir at hava ligið í hi í 3000 ár. „Eg havi altíð virka út frá teirri fyritreyt, at tær søguligu frágreiðingarnar í Bíbliuni eru sannar,“ segði dr. Glueck. „Á hesum grundarlagi havi eg gjørt nakrar av mínum størstu finningum. Gomul hermannaætlan í Mikmas 13. februar 1918, beint áðrenn 2. heimsbardagi endaði, stóð herovastin fyri bretska herinum í Miðeystri, Viscount Allenby, í Palæstina og var í ferð við at greina eitt frontalt álop á býin Mikmas. Mikmas (Mukhmas) liggur 14 km norðanfyri Jerúsalem, á eini høvd norðan fyri tað tronga og djúpa Wadi es-Suweinit (Mikmas-passið), sum gongur av háslættanum í Efraim og oman til Jeriko. Men her stóð so Allenby og var í ferð við at leggja ætlan um eitt frontalt álop á turkiskt hersetta býin. Ein av hermonnum hansara , Petrie majorur, var sannførdur um, at hann hevði hoyrt navnið Mikmas áður, men mintist ikki hvar og nær. Hesa náttina fekk hann ikki sovið, tí orðið bleiv við at mala í høvdi hansara. Mikmas … Mikmas, hugsaði hann. At enda rann tað fram fyri hann hvaðani hann hevði tað. Mikmas var navnið á einum plássi, sum var nevnt í Bíbliuni. Petrie majorur tendraði lampuna og byrjaði at leita í Bíbliuni. Skjótt gleddist hann um at hava funnið staðið í Bíbliuni, hann leitaði eftir, í 1. Sámuelsbók kap. 13 og 14. Hann skundaði sær at vakja tann, sum stóð yvir honum, meðan hann sinnisrørdur peikaði á ørindini í Bíbliuni, sum greiddu frá einum bardaga á júst sama stað 3000 ár frammanundan. Bíblian greiðir frá, at sonur Saul Jónatan og vápnasveinuri hansara – bert hesir báðir menninir einsamallir – klatraðu upp um eitt smalt skarð millum tveir hamrar og vunnu á filistarunum. Yvirherstjórin gjørdi av, at tað var vert at kanna staðið nærri. Hann sendi alt fyri eitt tveir njósnarar út at kanna, hvussu nágreinilig frágreiðingin í Bíbliuni var. Tá ið njósnararnir høvdu funnið tað teir leitaðu eftir, góvu teir boð um tað, teir høvdu funnið. Kommandørurin og majorurin kannaðu so enn gjøllari frásøgnina í Bíbliuni. Og sum úrslit av hesum broyttu tær hesa náttina álopsætlanina. Morgunin eftir fylgdu nakrir hermenn leiðini Jónatan gekk, komu so uttan trupulleikar óvart á turkarnar, sum tóku til beins og flýddu. Jonathan Gray kelda: Udfordringen juli 2006 |
|
Hvussu verður evangeliið boðað |
|
|
|
|
Thursday, 21 May 2009 14:23 |
|
Ein maður kemur inn í eitt flogfar. Hann verður biðin um at lata seg í ein fallskíggja, tí at so verður ferðin betri. Hann letur seg í fallskíggjan, men finnur skjótt út av, at tað er sera óbehagiligt at sita við fallskíggja uppi á. Hann gerst meira og meira ónøgdur. Tá ið so hini ferðafólkini seta seg at flenna at honum, tveitir hann fallskíggjan av sær. Ein annar maður í einum flogfari verður biðin um at lata seg í ein fallskíggja, tí at um nakað hendir við flogfarinum, so er hann tryggur. Hann fokuserar ikki uppá hvussu behagiligt hann situr, ei heldur leggur hann í um ferðafólkini flenna, tí hann veit, at hendir nakað og hann dettur úr flogfarinum, so er hann tryggur, tí at fallskíggin heldur. Hetta var borið fram í eini sjónvarpssending sum dømi um hvussu vit evangelisera. Siga vit kom til Jesus, so verður alt gott, ja, so bílætliga tveita tey henda fallskíggjan av sær tá ið trupulleikarnir koma og tá ið menniskju flenna og spotta. Men siga vit lat teg í frelsunnar fallskíggja, tí so ert tú bjargaður undan tí komandi dóminum, ja, so leggja vit ikki í um tey spotta, ella um vit hava tað óbehagiligt, tí vit vita, at útgongdin verður góð. Vit hava øll syndað og fattast Guds dýrd. Vit hava øll gjørt okkum sek í lógarbroti, og Bíblian sigur, at um vit so halda alla lógina, men snáva í einum, so eru vit sek, ja, so tørvar okkum øllum at vit játta okkara synd, og venda okkum frá henni. Annars kemur Guds dómur at raka okkum. Vit kunnu ikki lúgva fyri okkum sjálvum, og halda at alt stendur væl til, tí ein dag kemur roknskapardagurin, og vit mugu gjalda. Tí er tað umráðandi, at vit venda okkum til hansara, sum bjóðar okkum at taka ímóti skuldarsanering. Hann hevur goldið fyri alla okkara synd, men bíðar bara eftir, at vit játta okkara syndir, og yvirgeva okkara lív í hansara hendur. Tað er ikki altíð ein dansur á rósum. Tað kann til tíðir vera óbehagiligt, og spottið kann vera nógv, men vit vita at endin er góður, og tí leggja vit einki í um menniskju háða og spotta. |
|
Álvarsamt profetaorð um okkara tíð |
|
|
|
|
Thursday, 21 May 2009 13:48 |
|
Norski evangelisturin Emanuel Minos sigur soleiðis frá: Frá 1957-63 las eg á lærda háskúlanum í Oxford. Heimafturkomin til Noregs fekk eg fleiri innbjóðingar frá norsku kirkjuni. Í 1968 vóru kona mín Ása og eg á eini møtirøð í Valdres. Eftir gudstænastuna ein sunnudag í kirkjuni í Etnedal, kom ein eldri kvinna yvir til mín. Hon segði, at hon var 90 ára gomul og var komin við hýruvogni á møtið. Hvaðani hon kom, veit eg ikki, men hon fortaldi, at hon var frá Valdres. Hon vildi fortelja mær um eina sjón, hon hevði havt um framtíðina. Gamla kvinnan fortaldi og eg skrivaði sjónina. Tá ið eg kom heim og læs tað, sum hon hevði sagt, hvakk eg við. Hetta var alt so ótruligt og óveruligt, at eg fyrst gjørdi av ikki at almannakunngera tað, sjálvt um hon fegin vildi tað. Eg legði tað í eina skuffu og gloymdi hendingina. Men fyri átta árum síðani, í 1993, meðan eg gekk gjøgnum pappír og útklipp, sum eg hevði samlað gjøgnum árini, datt eitt gamalt pappír úr skuffuni. Tað var sjónin hjá kvinnuni úr Valdres. Tá hvakk eg aftur við, men á ein annan hátt. Nógv av tí, hon hevði fortalt, var løgið nokk gingið út. Eg gjørdi tí av at lesa tað upp á onkrum møtum. Hetta var í sambandi við evni um hitt profetiska orðið og Jesu afturkomu. Sjónin hevur vakt ans. Tað er endurgivið í bløðum og traktatum. Onkuntíð ikki heilt korrekt. Her verður tað endurgivið sum tað varð skrivað, og tað verður býtt upp í fýra partar. Tað er tó við eitt sindur av fyrivarni eg almannakunngeri hesa sjónina. Kortini mugu vit gera okkum greitt, at sjónir av hesum slagi ikki kunnu samanberast við framsøgnir og opinberingar, sum standa umtalaðar í tí heilagu skriftini. (5. Mós. 18,22). Bíbilsku profetaorðini vikast ikki: „Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.“ Matt. 224,35. Tá ið tað eru profetisk orð, sum ikki eru úr Skriftini, sigur Paulus: „Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir døma um tað! 1. Kor. 14,29. Tað sum sagt verður um framtíðina má tí tola at verða eftirkannað og roynt. Samstundis biður Paulus okkum um ikki at vanvirða profetiska talu 1. Tess. 5,20. Annars mugu vit leggja merki til ein týðandi sannleika: Vit menniskju eru ógvuliga forvitin, viðvíkjandi tí at síggja inn í framtíðina. Vit hava mangan størri áhuga í at fáa at vita, hvat fer at henda framyvir, enn at gera okkara søk upp við Gud. Sjónin, gamla kvinnan segði mær Tað var eins og eitt kort varð rullað út framman fyri mær. Eg sá tað við mínum natúrligu eygum. Á kortinum vóru allir heimspartar teknaðir. Eg legði merki til Evropa, Skandinavia og Noreg. Eg sá nakrar myndir, sum vóru um tíðina, áðrenn Jesus kemur aftur, og triði heimsbardagi byrjar. 1. Áðrenn Jesus kemur aftur og triði heimsbardagi byrjar, verður ein avdubbing. Tað verður leingi friður millum stórveldini. Fólk vilja gera langtíðar ætlanir. Her í Noregi verður avdubbað, og vit vera líka so ófyrireikað sum 9. apríl 1940. Triði heimsbardagi byrjar á ein hátt, eingin hevði væntað, og frá heilt óvæntaðari síðu. 2. Tað kemur eitt fráfall frá sonnum kristindómi, sum ikki hevur sæð sín líka. Tey trúgvandi verða flógv. Tey vilja ikki longur vera opin og móttakilig fyri rannsakandi boðskapum. Fólk vilja ikki hoyra um synd og náði, lóg og evangelium, angur og umvending. Eitt nýtt slag av boðan tekur yvir á talarastólunum. Um at søkja eydnu, framgongd og materiellan ágóða. Eitt slag av eydnuboðan grípur um seg. Kirkjurnar byrja at standa tómar. Sama hendir við bønarhúsunum. Tey trúgvandi vilja ikki fylgja Jesusi eftir á smala krossvegnum. Skemtan, list og mentanarvirksemi tekur meira og meira plássið framum veking, neyð, angur og umvendingarmøtir. 3. Tað verður ein siðspilla sum vit ikki áður hava upplivað. Fólk liva sum gift uttan at vera gift. Tað verður stór óreinska áðrenn hjúnalagið. Og tað verður nógvur ótrúskapur í hjúnalagnum. Ja, enntá í teimum kristnu hjúnaløgunum ger ótrúskapurin seg galdandi, og hjúnabond upploysast. Perversar syndir grípa um seg. Og verða enntá góðkendar í kristna umhvørvinum. Sjónvarp fer at spæla ein avgerandi leiklut. Tað verða nógvar sjónvarpsstøðir. (Tá fanst ikki orðið rásir, so gamla kvinnan brúkti orðið støðir, sum tað varð brúkt um útvarp. Sjónvarpið verður fylt við harðskapi. Harðskapurin verður tá undirhald hjá fólki. Og harðskapurin sum fólk síggja í sjónvarpinum, kemur at enda at gera um seg í størri og smærri býum. Kynsliga samlívið verður eisini víst. Tey mest intimu forholdini, sum hoyra hjúnabandinum til, vilja opinlýst verða víst í sjónvarpinum. (Tá hon segði hetta, segði eg, at hetta ikki var loyvt í almennum sendingum. Vit høvdu eina paragraf, sum ikki loyvdi slíkum. Tá segði hon við harðari rødd: „Hana vilja tey vera líkaglað við, tá ið tann tíðin kemur“). 4. Fólk úr teimum fátæku londunum vilja streyma til tey ríku londini. Tey koma til Evropa, til Skandinavia, og eisini til Noregs. Í hópatali. Og fólk fara ikki at dáma tey og geva teimum harða viðferð. (Tá ið hon segði hetta, byrjaði hon at gráta). Tey verða meira og meira viðfarin sum jødarnir áðrenn kríggið. Tá verður okkara syndamál fult. Kríggið brýtur út. Fyrst sum ein lítil konflikt, ein týdningarleys konflikt. Men hon steðgar ikki. Hon veksur og breiðir seg. At enda gerst hon til eitt stórt kríggj. Í endanum á hesum kríggi verða ræðulig vápn tikin í nýtslu, m.a. atomvápn. Luft, jørð og vatn verður eitrað og oyðilagt. Fólk úr industrialiseraðu londunum, Amerika, Evropa, Avstralia, Japan og øðrum líknandi økjum mugu flýggja. Tey kunnu ikki búgva har meir. Tey royna at koma til tey fátæku londini, sum eru sloppin undan tí ringasta. Men tey verða ikki serliga glað fyri at taka ímóti okkum, eins og vit ikki vóru serliga glað fyri at taka ímóti teimum.“ --- Gudsótti er vernd um landið. Eitt fólk sum óttast Harran, fær signing og verju (5. Mós. 28,1-14). Fyritreytin er, at tað eru prædikumenn, sum óforfalskað standa fyri orði Guds og boða tað, Gud leggur teimum á hjarta. Latið okkum verja um okkara framíhjárættindi, og latið okkum biðja fyri framtíðini. Bøn kann broyta heimin. |
|
Undangongumenn trúarinnar |
|
|
|
|
Saturday, 09 May 2009 13:10 |
|
Í 19. øld fóru stórar vekingar fram í Amerika og Onglandi og fleiri Andans hetjur stigu fram. Ein av teimum var Charles Grandison Finney, sum livdi frá 1792-1875. Í eini tíð við ongum hátalarum og sjónvarpsrásum, komu meira enn 500.000 persónar til trúgv ígjøgnum prædikur hansara. Tað, sum hann skrivaði, varð drívkraftin til vekingar yvir allan heimin, og hevur tað eisini boð til okkara tíð. Finney segði í endurminningum sínum soleiðis frá um dóp sín í Heilaga Andanum. Eg tók ímóti einum veldigum dópi í Heilaga Andanum. Uttan at eg hevði væntað tað, ja, enntá uttan at eina einastu ferð at hava havt ta hugsan í sinni mínum, uttan nakra hóming av, at eg nakrantíð hevði hoyrt um hetta frá nøkrum menniskja, kom Heilagi Andin á ein slíkan hátt, at tað kendist, sum fór hann ígjøgnum likam mítt eins og elektriskur streymur, ferð eftir ferð. Ja, tað var eins og ein bylgja av kærleika, øðrvísi kann eg ikki siga frá tí. Tað var sum Guds egni andadráttur. Tað kendist sum eitt stórt veingjaslag. Eingi orð kunnu siga frá tí undurfulla kærleika, sum varð útheltur í hjarta mítt. Eg græt hart av gleði og kærleika, og eg kann siga, at eg bókstaviliga rópti allar mínar hjartans ósigandi kenslur út. Hesar bylgjurnar komu aftur og aftur, ein eftir aðra, inntil eg minnist, at eg rópti: „Halda hesar aldurnar ikki uppat, so doyggi eg. Eg kann ikki taka ímóti meira!“ Hvussu leingi hetta vardi veit eg ikki, men eg veit, at seint um kvøldið kom ein persónur inn á skrivstovu mína. Hann segði: „Harra Finney, hvat bagir tygum? Hava tygum pínu?“ Eg tók meg saman og svaraði: „Nei, men eg eri so lukkuligur, at eg ikki kann liva…“ Eftir hetta setti Finney sær fyri at brúka restina av lívi sínum til at boða evangeliið. Áðrenn hetta hevði hann verið skúlalærari og advokatur, og tað mátti hann so gevast við. Hann skrivar um tað: „Til at byrja við var tað ikki so lætt, men tá ið eg var doyptur í Heilaga Andanum, var eg til reiðar at boða evangeliið – ja, alt annað var virðisleyst. Einki var so virðismikið fyri mær, sum menniskju og einki arbeiði so gott sum at boða evangeliið.“ Aftaná at Finney hevði upplivað hetta, varð hann ein slóðbrótari fyri veking, fyrst og fremst í síni egnu samkomu, men eisini í øllum landinum. Finney skrivaði: „Uttan beinleiðis undirvísing frá Heilaga Andanum fær eingin stóra framgongd í boðanini av evangeliinum.“ Uttan Heilaga Andan kundi Finney einki gera, og tað kunnu vit heldur ikki. Um prædikur sínar segði hann: „Prædikurnar, sum fólk hildu vera so góðar, vóru ikki mítt egna verk, men Heilagi Andin gav mær tær orð fyri orð.“ Finney gekk hart ímóti tí fatanini, at Gud vildi senda eina veking tá ið hansara tími kom. Hann peikaði á, at Bíbliunnar greiða læra er, at Gud altíð vil senda veking – tað er ikki honum vit mugu bíða eftir, men hann kann ikki senda nakra veking fyrrenn hansara samkoma hevur uppfylt tey krøv, ið Bíblian vísir á. „Aktið eftir hvussu teir endaðu lív sítt og eftirfylgi so trúgv teirra.
|
|
Sunday, 26 April 2009 14:11 |
|
Hvønn dag hava vit ein hóp av kodum at minnast til, og eg gerist meira og meira stolt hvønn dag tá ið eg havi minst til júst ta koduna eg havi brúk fyri. Farið eg inn á Heimagreiðsluna, so skal eg minnast ta koduna, fari eg oman at keypa og gjaldi við Visa korti, so skal eg minnast ta koduna, er telefonin slókna, so skal eg minnast PIN koduna, farið eg inn á Facebook so er aftur ein koda, Myspace aftur ein koda, skal eg broyta nakað á heimasíðuni, aftur ein koda, ja, er mín Mac telda slókna, so er aftur ein koda at minnast til, og eg kundi nevnt nógv fleiri. Og hvørja ferð undrar tað meg, at eg hóast eg byrji at blíva gomul, minnist hesar kodurnar. Tí tað er ein sera góð kensla tá ið tú t.d. stendur við kassan í Inn og ein hali av fólki stendur aftan fyri teg, og knappliga byrjar tú at ivast um tú nú manst fara at minnast koduna, tá ið tað er tín túrur at gjalda. Um ikki so er tað pínligt, alt steðgar upp. Men tá ið so tey vælkendu orðini: „Godkendt, husk kortet“ standa á skivuni, ja so lætnar og man kennir seg tryggan. Á sama hátt er tað við okkara lívi. Um vit vilja til Himmals tá ið vit flyta higani, ja so er neyðugt, at vit kenna koduna. Ein sangur sigur, at Lambsins blóð er lykilin, til sjálvan himmalin. So um tú ein dag skalt inn um portrini og inn í staðin har Jesus sjálvur tekur ímóti tær, ja so mást tú hava tryggjað tær koduna her niðri. So einfalt er tað. Eg havi eisini verið úti fyri at skula út at ferðast og man gleðir seg at koma inn á kamarið umborð á Norrønu, men hvussu tú so snarar kortinum, so fært tú ikki hurðina upp, har er einki samband. Í tí førinum kanst tú fara til kunningardiskin og fáa tey at skriva tær ein nýggjan lykil út og hesa ferð gongur betur. Men tann dagin vit standa við ævinleikans portur og okkara lykil ikki virkar, ja tá er eingin møguleiki at fara aftur til nakran kunningardisk at fáa nýggjan lykil, tá er tað OV SEINT! Men enn hevur tú møguleika at tryggja tær atgongt til Himmalin, kodan er Jóhs.3.16, nýt hana og tú fert at uppliva at Himmalsins dyr latast upp fyri tær. br |
|