Gestabók

Eyð, Sunday 30 May 2010, 11:16 T-post adressa 
Hey :) Hevði verið ordiliga deiligt, um fleiri talur vórðu lagdar út á netið :)
watches, Monday 3 May 2010, 19:44 T-post adressa 
exactly an mp4 player We can hold it like a watch, but we <a href=http://www.watchesfan.com/>replica watches</a>dots The functions indicators are standard and very slim, <a href=http://www.corwatches.com/>replica watches</a>not just a beautiful wrist accessory, but also a very <a href=http://www.pocwatches.com/>replica watches</a>function is easily adjustable with the help of the crown <a href=http://www.sanwatches.com/>replica watches</a>covers the space dedicated to the overlapping counters for(L5.4)
Niklas Winther, Sunday 3 January 2010, 12:56 T-post adressa 
Góðu systkin!

Tað er ein sonn frøgd at lesa um arbeiði tykkara heima á klettunum fyri at breiða gleðiboðskapin út til tey, ið enn ikki hava tikið ímóti Jesusi sum frelsara.

Tað er somuleiðis inspirerandi at hoyra talur og tónleik úr samkomu tykkara, serliga tá føroyskur lovsongur ikki er tað ið mest er at finna av á internetinum.

Samkoma okkara her í Svøríki er ein altjóða samkomu í Malmö, sum eitur Nydala Kristna Center. Vit eru trúgvandi úr nógvum ymiskum londum, sum hava trúnna uppá Jesus Kristus hin einborna til felags, og út frá hesum grundarlagi arbeiða vit fyri at fleiri skulu koma til trúgv.

Hygg her fyri at hoyra lovsong úr einum sunnudagsmøti úr samkomu okkkara:

http://www.youtube.com/watch?v=NnH9u_8Tjic

Alt tað besta og Guðs signing ynskja vit tykkum í hesum nýggja ári 2010.
Eyð, Sunday 27 September 2009, 04:32
Túsund takk fyri alt, tit hava lagt út á netið :-)
Tummas Djurhuus, Saturday 19 September 2009, 11:02 T-post adressa 
Hey tit

Vil kunna tykkum um, at vit eru í ferð við at leggja talur, tónleik og undirvísingar út á netið.

Fyrbils hava vit lagt fløguna hjá Filadelfia út og nr 4 av 4 undirvísingum um Ísrel eftr Fríðtór Debes - tíverri var undirv´sing nr 3 ikki upptikin.

Eisini er ein tala av Tummas Jacobsen løgd út.

Tit skulu fara inn á menuna Miðlan og ytst við høgru mynd skulu tit trýsta á linki Talur úr Filadelfia.

Sum er byrjar fløgan hjá Filadelfia at spæla eftir eina lítla løtu, men í svørtu boksini stendur beint nú:

1. Nar hja tar
2. Talur 2009

Um tit ynskja at lurta eftir talum, skulu tit trýsta á Talur 2009 og velja ta talu tit vilja hoyra.

Vinaliga

Tummas
Niclas Jon Ellendersen, Sunday 13 September 2009, 11:07 T-post adressa 
Hey tit, góðu systkin.
Nú havi eg øll tey 30 árini síðani eg varð føddur av nýggjan, hoyrt og lisið nógv um Ísrael - tað mesta bæði áhugavert og spennandi. Sjálvur havi eg eisini skrivað eitt og annað.
Men eitt nívir hjartað mítt: at palestinska fólkið beinleiðis verður sett í samband við antin Satan ella yvirgangsvirksemi, hetta hóast tey flestu teirra ynskja frið og semju millum jødar og muslimar, millum ísraelar og palestinar.
Eisini eru tað fleiri og fleiri trúgvandi, sum á ymsum kjakfora eru sera hatsk, eggja til at venda sær móti Palestina. Tey forbanna allar gerðir palestina og vælsigna allar gerðir ísraela - eisini ógerðir, hetta hóast skriftin sigur, at Ísraels fólk skal taka sær væl av teimum fremmandu, sum býr millum teirra; geva teimum at eta, gistingarpláss o.sfr.
Góðu tit, finst yvirhøvur tilfar á føroyskum, har boðskapurin um Miðeystur - Ísrael og Palestina - samsvarar boðskapi Bíbliunar?
Forrestin, so undrar tað meg nokk so nógv at Jesus aftur og aftur verður endurgivin fyri at hava sagt hetta og hatta hóast Jesus lítið og einki blandaði seg í hetta mál, sum longu tá setti eld í, hóast innihaldið var eitt sindur øðrvísi.
Orsøkin til hesa viðmerking er, at eg óttist fyri, at eisini føroysk ung (tilkomin) fara at lata tungu sína nýta til líknandi, sum vit ferð eftir ferð í sjónvarpi síggja ung í USA gera, tá tey td. ganga við skeltum sum siga: "Ert tú samkyndur, som minst til at Gud hatar teg og at tú fert til Helvittis!" ... "Gud hatar muslimar ... palestinar ...."

Góða eydnu annars við arbeiði tykkara fyri Ísrael, men vælsignaðu systkin: Gloymi ikki hvat GUDS ORÐ sigur! Mannaorð eru ikki
Eyð, Thursday 3 September 2009, 09:16
Hey :-) Hava tit ætlanir at leggja tilfar um Ísrael út á heimasíðuna?

Vónandi :-)
Eyð, Sunday 9 August 2009, 15:10
Fara tit at leggja tilfar frá "Hví biðja, hví hava umsorgan fyri Ísrael! " út á netið?

Vónandi :-)
Sylvia, Friday 24 July 2009, 04:54 T-post adressa 
Takk fyri svarið :-) Gleði meg til tit fáa tað at rigga :-)
Alt tað besta!!
Tummas , Saturday 18 July 2009, 08:17 T-post adressa 
Hey Sylvia

Sum eg havi nevnt niðanfyri, so arbeiða vit við málinum. Tað vísur seg at vera trupult at fáa tað at virka.

Vóni at vit fáa tað at virka skjótt í august.

Vinaliga

Tummas
Sylvia, Monday 13 July 2009, 09:05
Hey Tummas:-)
Síggi at nógv spyrja um tað sum eg ætlaði at spyrja um.. Vera møtini løgd út á heimasíðuna (sum er mega flott forrestin) einaferð í framtíðini?? Sakni so nógv at hoyra bæði talu og lovsang.. Liggur tíanverri ikki fyri at lurta tá sent verður beinleiðis :-(
Annars takk fyri gott arbeiði :-)
__, Friday 26 June 2009, 17:25 T-post adressa 
Eg hugsið at tað er heldur undarligt at hava eina grein við heitinum "Álvarsamt profet orð um okkara tíð" sum er eitt profet orð frá 1968 sum ikki byggir upp, styrkir og uppmuntrar....
Tummas D, Saturday 2 May 2009, 17:32 T-post adressa 
Hey tit

Vil kunna tykkum um, at vit enn ikki hava fingið loyst tann tekniska trupulleikan. Vit hava sett sum mál at hesin partur virkar einaferð í næstu viku.
Eyð, Saturday 2 May 2009, 15:41
Soo deiligt, at tit hava lagt greinar út á netið - og enntá gjørt tað sera lætt at prenta tær út :-) Eg havi júst prentað út greinina um putlispælið, sum eg gleði meg at lesa.

Fara tit at leggja greinar út um Ísrael, sum tit hava havt á møtunum?

Goða eyðnu við tekn. trupuleikunum.
Tummas D, Saturday 25 April 2009, 10:26 T-post adressa 
Til tykkum sum eftirlýsa talur, so kann eg upplýsa at vit hava tekniskar trupuleikar í løtuni við at leggja út.

Vit arbeiða í løtuni við at fáa loyst trupulleikan.

Vónandi verður tilfarið lagt út í komandi viku.
Dan Curry, Wednesday 22 April 2009, 12:12 T-post adressa 
Hello. I have a website to share with your church if you might be interested. It is called Deeds of God http://www.deedsofgod.com
There are even Viking accounts on the web site, which is about historical miracles God brought about in various nations in the different centuries. Enjoy!

Your town looks beautiful in some of the pictures I saw.
Ragnar Ludvig, Wednesday 15 April 2009, 18:06 T-post adressa 
Góðu tit,

Meðan eg siti og hyggi eftir andaligum heimasíðum hjá føroyskum samkomum, detti eg á tykkara nýggju síðu. Tað fyrsta ið eg leggi mær í huga er hin innbjóðandi myndin á forsíðuni.

Tá eyguni síggja dúvuna yvir navninum hjá samkomuni speglast ró í hjartanum. Eg haldi at forsíðan rakar væl. Tað sum tit hava vovið saman úr litum, skrift og mynd gleðir hyggaran tá síðan opinberast á glugganum.

Undir Harrans leiðslu er tað eingin ivi um, at bæði innihaldið og dygdin í innihaldinum verður økt, tá ein tíð er gingin.

Um eg skuldi nevnt okkurt ið kann gerast betri á mongum heimasíðum, hugsi eg um tilfarð til børn. Eg hugsi at ein sunnudagsskúla lærari á nótini hevði gjørt undurverk. Ja, hví ikki leggja sunnudagsskúla møtir á heimasíðuna, um samkoma og foreldur loyva tað. Tað er vakurt at hoyra og síggja børn syngja Harranum lov og prís.

Guð signi tykkum øll.

Ragnar
Eyð, Friday 10 April 2009, 05:10
also eg hevði verið glað, um eg hevði kunnað lisið ella hoyrt tað, sum tit hava um Ísrael. Tað ljóðar so áhugavert.

Tummas D, Monday 23 March 2009, 16:05 T-post adressa 
Hey tit

Tað frøðir okkum at fáa input til hvat kann gerast betri á okkara heimasíðu.

Til ynski um at fáa lagt talur út á heimasíðuna, kann eg kunna tykkum um, at vit vóna innanfyri 3-4 at kunna leggja talur út á eina nýggja menu "Miðlan". Vit valdu at byrja við, bert at streama live møtir, tí okkara hagtøl á okkara gomlu heimasíðni vísti at eftirspurningurin ikki var so stórur. Tað gleðir okkum tí at tit eru nøkur sum vilja hava hesa tænastu.

Viðvíkjandi myndir og leyout, so er tað okkara ynski, at kunna vísa hvørji vit eru og hvat vit gera - vit ynskja ikki at fjala okkum. Tað er m.a. tí vit leggja tað út.

Vitjandi 2, Monday 23 March 2009, 07:02
Samdur í Vitjandi. Sker ikki nógv á síðuni ...

« Previous 1 2 Next »

Skriva í gestabókina

Navn
T-post adressa
Heimasíða
Mítt ummœlið
Tekstur
Anti-spam spurningur Hvat er 8 býtt í 2
Títt svar
 

Skráin

Skráin September

Mánadagin 30. aug.

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 01. sep.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

 

Leygardagin 04. sep.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 05. sep.

Kl. 11.00 Morgunmøti, Alex O'Campo talar, evni 5 fald-tænsturnar

Kl. 13.15 SundagsKool

Live møti


Meðan møti er kanst tú lurta beinleiðis ígjøgnum netið.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes