Vit trúgva Print
Mánadagur, 27 Oktobur 2008 16:53
1)    Vit trúgva, at Bíblian (Skriftin) er Guds orð.
Vit trúgva, at Bíblian er innblást av Gudi og vísir Guds ætlanir fyri menniskjuna.
2.Tim.3.16; 2.Pæt.1.21

2)    Vit trúgva, at Gud er ein, og at Hann er hin einasti sanni livandi og ævigi Gud og skapari alheimsins.
Vit trúgva, at Gud er opinberaður í trimum persónum – Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum.
5.Mós.6.4; Jóh.17.3; Mat.20.19; 2.Kor.13.13; 1. Mós. 1,1;

3)    Vit trúgva, at Jesus Kristus er Sonur Guds, gitin av Heilaga Andanum, opinberaður í holdi og føddur av Mariu moy.
Vit trúgva, at Jesus gav Sítt lív og úthelti Sítt blóð á krossinum, fyri at frelsa okkum, veita okkum fyrigeving  og fyri at leiða okkum aftur til Gud.

Vit trúgva, at Jesus varð reistur uppaftur frá teimum deyðu, vann sigur á deyðanum og Hann situr við høgru hond Faðirsins. Vit trúgva, at Hann ein dag kemur aftur eftir teimum, ið trúgva á Hann.
Jóh.3.16; Jóh.1.14; 1. Pæt. 3,18;Heb.2.14; Heb.2.9; Róm.5.8; 1.Kor.15.3-4; 1.Tess.4.14-18

4)    Vit trúgva, at menniskjan er skapt av Gudi og í mynd Hansara.
Vit trúgva, at synd kom inn í heimin við falli Ádams og gjørdi skilnað millum Gud og menniskjuna.
1.Mós.1.26; Róm.5.12; Róm.3.23

5)    Vit trúgva, at frelsan er Guds gáva av náði til menniskju, og at hon kann ikki tilognast við lóg ella við verkum, men einans við trúgv á Jesus. Vit trúgva, at menniskju, ið trúgva á Jesus, verða endurfødd og fáa ævigt lív. Við Jesu offuri á Golgata er atgongd veitt til uppreisn fyri alt menniskjað. Tey, sum vraka Jesus og doyggja likamliga í sínum syndum, verða fortapt.
Ef.2.8-9; Róm.5.1; 1.Pæt.1.23; Jóh.3.16, 18, 36;

6) Vit trúgva, at guddómlig grøðing fyri okkara likamligu og sálarligu sjúkur er vunnin við Jesu offuri á Golgata. Vit trúgva at grøðing verður móttikin við trúarinnar bøn og handálegging.
Es.53.4-5; 1.Pæt.2.24; Ják.5.14-15; Mark.16.18

7)    Vit trúgva, at vatndópurin er eini boð givin okkum av Jesusi.
Vit trúgva, at vatndópurin er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud og er byrjanin til eitt satt lærisveinalív. Dópurin vitnar, at hin trúgvandi hevur gjørt seg til eitt við deyða og uppreisn Jesusar.
Mat.28.19; 1.Pæt.3.21; Róm.6.4-11

8)    Vit trúgva, at dópurin í Heilaga Andanum er ein gáva frá Gudi til øll trúgvandi.
Vit trúgva, at eitt og hvørt barn Guds, kann móttaka gávu og fylling Heilaga Andans og tala í tungum, alt eftir sum Heilagi Andin vil geva teimum orð at tala. Andaligar gávur verða við Heilaga Andanum givnar teimum trúgvandi. Andans dópur ger hin trúgvandi føran fyri at vera eitt munadygt vitni.
Áp.1.8; Áp.10.44-46; Áp.2.1-4; Áp.19.1-7; 1. Kor. 1.7; 12.7-11; 14,1; Róm. 12.6

9)    Vit trúgva, at hin trúgvandi verður í endurføðingini halgaður. Vit trúgva, at heilaggering, ið er at gerast lík Jesusi, er Guds vilji fyri øll trúgvandi. Vit trúgva at heilaggeringin, ið er av náði Guds, byrjar í endurføðingini og endar við afturkomu Jesusar.  

10) Vit trúgva, at  samkoman er likam Kristusar og er kallað at prædika ríki Guds fyri øllum fólkasløgum og at fullføra Guds vilja á jørð.