Búmerki hjá Filadelfia
22. jul. 2025

Jóan Petur Jacobsen andaðist 18. juli.

Jóan Petur Jacobsen, andaðist á Landssjúkrahúsinum 18. juli 83 ára gamal. Jóan Petur var ein av stóru stuðlunum í samkomuni. Ígjøgnum nógv ár røkti hann nógvar ymiskar uppgávur í samkomuni. Hann arbeiddi nógv við tí fíggjarliga partinum, bæði innan roknskap, grannskoðan og mangt annað. Jarðarferðin verður úr Filadelfia Landavegur 22. Tórshavn fríggjadagin 25. juli kl. 13.00 Vit vilja minnast Jóan Petur Jacobsen við virðing og takksemi. Okkara tankar eru hjá konu, børnum, svigarbørnum, abbabørnum, familju og øllum sum stóðu honum nær, við ynski um Guds signing hesa tungu tíð. Kærar heilsur Filadelfia Samkoman