Banner

Tú ert vælkomin at vitja okkum á Facebook

Tríggir sunnumorgnar við serligum evni PDF Print E-mail
Hósdagur, 26 Januar 2012 22:06

fritorFríðtór Debes fer tríggjar komandi sunnudagarnar at tosa á morgunmøtinum. Sunnumorgunin 29. januar er evnið: Andalig verðsligheit / fráfall. Sunnumorgunin 5. februar er evnið: Andaligur hungur / hungur eftir Gudi. Sunnumorgunin 12. februar er evnið: Andalig kraft / Guds kraft.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini. Liggur tað ikki fyri at koma í Filadelfia, er møguleiki at lurta á netinum á heimasíðu okkara www.filadelfia.fo.

 
– Hav tamarhald á pengunum PDF Print E-mail
Mánadagur, 16 Januar 2012 20:45

pengar

 

– Lat ikki pengarnar hava tamarhald á tær, sigur Tone Totland í CAP Noreg

So situr tú har, í januar mánaði, við tómum pengapungi og tómari konto. Aftur í ár gjørdust jólini ov dýr. Og í januar koma rokningarnar í hópatali. Kennir tú hetta aftur? Miss ikki mótið, tað er hjálp at heinta. Tað er ein sjálvur, sum kann gera nakað við hetta, meinar Tone Totland í CAP Noreg.

Trýst á Les meira fyri at lesa alla greinina.

Les meira...
 
So byrja sunnukvøldsmøtini aftur! PDF Print E-mail
Hósdagur, 12 Januar 2012 16:33

Sunnukvøldið 15. januar kl. 20.00 byrja vit aftur at hava sunnukvøldsmøtir.

Tað eru Hans Nybo og Sólbjørg Zachariassen, sum skipa fyri møtunum, og tey brenna veruliga fyri sakini. Tey byrjaðu seinnapart í fjør, og vóru møtini væl vitjaði. Tað var ein Harrans nærvera tilstaðar, sum ávirkaði menniskjalív til grøðing, endurnýggjan og til frelsu.


Møtini bera heiti: Tilbiðjan og lovsangskvøld.

Fyrireikararnir siga, at tey ynskja at draga Guds nærveru inn í møtið við lovsangi og tilbiðjan. Umframt sang er eisini vanliga ein vitnisburður, og hetta fyrsta kvøldið í árinum geva tey høvi at hava frían vitnisburð. Orðið verður eisini borið fram, og Sólbjørg Zachariassen fer at leggja fyri í ár. 


Eftir hvørt møti er kaffi/the, so fólk fáa høvi at práta saman áðrenn farið verður til hús.



 
«Heilt afturAftur12345FramHeilt fram»

Síða 1 av 5

Skráin

Skráin januar

Mánadagin 23. jan

Kl. 20.00 Bønarskúlin

 

Mikudagin 25. jan.

Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum

Kl. 17.00 Zmartiz

 

Fríggjadagin 27. jan.

Kl. 21.00 Flare

 

Sunnudagin 29. jan.

Kl.11.00 Morgunmøti, Fríðtór Debes talar

Kl.20.00 Evangelisk møti

Live møti


Meðan møti er, kanst tú lurta beinleiðis á netinum.
 

           Lurta við windows media player        Lurta við iTunes

 

STUÐLAÐ HEVUR:


 

Tel 234828

 

Tukan 100 dpi til Filadelfia 1

Tel 211861