Búmerki hjá Filadelfia

Vegleiðing í samband við jarðarferð.

Filadelfia samkoman hevur samkenslu og hugsar um tykkum, sum hava mist ein av tykkara kæru. Við deyða og jarðarferð er so mangt, tey avvarðandi hava at hugsa um. Hendan vegleiðing er ætlað sum ein vinarlig hjálp og áminning um ein part av tí, ið er neyðugt at fyrireika í samband við jarðarferð, so sleppast kann undan misskiljingum.

Setið tykkum í samband við leiðsluna í Filadelfia skjótast møguligt fyri at avtala nær jarðarferðin kann verða.

Deyðsváttan, skal handast til sóknarprestin á staðnum - prestagjaldinum. Um persónur doyr á sjúkrahúsi ella røktarstovni, syrgja viðkomandi starvsfólk oftast fyri hesum.

Gravarin ella kommunali umsjónarmaðurin skal hava fráboðan skjótast gjørligt eftir andlátið, fyri at biðja um pláss í kjirkjugarðinum og avtala tíð til jarðarferð.

Andlát verður vanliga kunngjørt í útvarpinum og bløðunum. Setið tykkum í samband við miðlarnar í so góðari tíð sum møguligt.

Kista: Tosið við Landssjúkrahúsið um kistu.

Líkvognur: Skal hava fráboðan um nær kistan skal koyrast.

Landssjúkrahúsið: Avtalast má, nær farið verður úr kapellinum.

Í Filadelfia: Í samband við jarðarferð er neyðugt, at seta seg í samband við leiðsluna skjótast møguligt.

Gravsálmar/sangir: Tey avvarðandi mugu velja sálmar ella sangir sum skjótast.

Blómur/príði: Tey avvarðandi taka sær av at pynta til jarðarferðina.

Jarðarferðin: Minnist til at biðja talara, spælara, berarar og hjálparfólk í góðari tíð. Somuleiðis er neyðugt at biðja fólk taka sær av, at koyra kransar og blómur úr Filadelfia og út á grøvina.